Lotte Friis fer eftir heimsmetinum leygardagin

Hetta skrivar svimjifelagið hjá henni Sigma Nordsjælland, her á elite.sigma-ns.dk:

Som alle formentlig har hørt og fulgt med i, er Lotte lige nu i storform. Hun præsterede fantastisk ved World Cup stævnerne. I Berlin i sidste uge, var hun bare otte hundreddele fra at slå verdensrekorden i 800m fri. Nu vil hun forsøge igen. Denne gang på 1500m fri hvor amerikaneren Kate Ziegler har rekorden med tiden 15.32,90.

Rekordforsøget kommer til at foregå på lørdag den 28. november ved Birkerød Svømmeklubs klubmesterskaber.

Lotte forventes at blive skudt i gang lige omkring kl. 11.30.

At hugsa sær, at heimsmetið kanska verður sett á eini innanhýsis svimjistevnu í Danmark. Á SwimNews.dk spekulera tey, at hetta kanska er tí at hon vil náa tað áðrenn tað verður forboðið at brúka superdraktir … sum er væl hugsandi, við tað at kvinnur ikki svimja 1500 á EM í Istanbul í desember.

Sigma NS skrivar víðari, at tey nú seta øll segl, til at geva Lotte so góðar umstøður sum gjørligt, at seta heimsmet. Millum annað hava tey skaffað onkrar ‘rekord-sponsorar’, sum lova pengapremiu um hon klárar at seta heimsmet, og leita eftir fleiri.

One thought on “Lotte Friis fer eftir heimsmetinum leygardagin”

Ger viðmerking