Japan loyvir superdraktum fram til síðst í mars

Japanska svimjisambandið hevur avgjørt at loyva svimjarum at brúka superdraktir í svimjikapping, fram til síðst í mars mánaða. Hetta eftir øllum at døma tí at nýggju draktirnar ikki verða klárar til øll longu í januar. Tey fara tó ikki at góðkenna nakað met sum verður sett í teimum superdraktum sum verða forbodnar tann 1. januar, og spurningurin er tí, um tað gevur meining av svimja í teimum. Les swimmingworldmagazine.com

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.