3 nýggj heimsmet á World Cup í Singapore

World Cup í Singapore gjørdist ikki heilt tann sama heimsmetaveitsla sum undanfarnu World Cup stevnur, kanska partvíst vegna stóra tíðarmunin og harav fylgjandi ‘jet lag’ hjá Jessica Hardy og hinum sum luttóku eisini í Berlin. Fyrsti dagurin gav einki heimsmet, men í nátt komu so trý, í 400 blandað hjá kvinnum, 50 rygg hjá monnum og 50 firvald hjá kvinnum. 400 frí hjá monnum vann tunesiski Oussama Mellouli, og 1500 frí vann avstralski Robert Hurley.

Í 400 blandað var tað suðurafrikanska Kathryn Meaklim sum knústi heimsmetið hjá sponsku Mireia Belmonte Garcia, við at svimja 4:22.88 har Garcia í desember 2009 svam 4:25.06. Í 50 rygg betraði amerikanski Peter Marshall um sítt egna heimsmet, við at svimja 22.61, har hann á World Cup stevnuni í Stockholm herfyri svam 22.73. Og í 50 firvald betraði svenska Therese Alshammar somuleiðis um sítt heimsmet frá World Cup stevnuni Stockholm, við nú at svimja 24.38, har hon í Stockholm svam 24.46.

Í greinunum sum vit í seinastuni serliga hava fylgt við vegna Pál, svam tunesiski Oussama Mellouli ein rímiliga flottan 400 metur í tíðini 3:39.18, fyri síðani at svimja eina lutfalsliga veika tíð og vinna silvurheiðursmerki í 1500 frí í dag, við tíðini 14:56.31. Avstralski Robert Hurley vann teir 1500 í tíðini 14:32.47. Hetta var skjótari enn Pál í Moskva og Stockholmi, men spakuligari enn Pál í Berlin.

Lesið her og her á SwimmingWorldMagazine.com

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.