Íslendarar svimja skjótt í hesum døgum

SwimmingWorld Magazine lýsir tað sum at íslendsku kvinnurnar ‘seta eld á metbøkurnar’, nú íslendska meistarakappingin á stuttgeil – “ÍM 25” – verður svomin tann 19. til 22. november. Til dømis svam Sigrún Brá Sverrisdóttír 800 frí í tíðini 8:46.47, har íslendska metið hjá Ingibjørg Arnardóttir frá 1992 var 8:53.85. Í 100 frí setti Ragnheiður Ragnarsdóttir íslendskt met við tíðini 54.76, har føroyska metið hjá Elspu Mørkøre til samanberingar er 57.41. Og mennirnir duga eisini: Í 200 bringu setti Jakob Jóhann Sveinsson íslandsmet við 2.07.75, har føroyska metið hjá Páli Joensen er 2:16.06. Í 50 rygg eru avrikini yvirkomilig, við skjótastu kvinnu á 30.19 og skjótasta mann á 26.57, har okkara bestu til samanberingar í løtuni svimja ávikavist 29.71 og 26.34. Men tað er eingin ivi um, at landsdysturin í næstu viku verður torførur at vinna, fyri okkara viðkomandi. Sí úrslit.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.