Mads Glæsner skiftir felag

SwimNews.dk og heimasíðan hjá VAT skriva í kvøld, at Mads Glæsner hevur valt at skifta frá Sigma Nordsjælland til “Vestegnens Aqua Team“. Talan er um skifti millum tvey av størstu feløgum í Danmark, við dugnaligum høvuðsvenjarum og nøkrum av bestu donsku svimjarum á liðunum; so á pappírinum er ikki talan um ta heilt stóru broyting. Men hinvegin, so vísa sovorðin skifti seg ofta at vera tað reina “make or break” hjá svimjarum, har tað kann væl ganga betri, men eisini væl kann verða byrjanin til endan. Vit fáa at síggja, hvussu tað hepnast hjá Glæsner.

2 thoughts on “Mads Glæsner skiftir felag”

  1. “Det må formodes, at der er penge involveret på den ene eller anden måde – ligesom der angiveligt var i forhold til Micha Østergaards skifte. Det kan der siges både positivt og negativt om – positivt at svømmerne på den måde får penge for at dyrke deres idræt og negativt fordi pengene så kommer til at fylde meget – måske for meget – frem for sportslig udvikling. Kort sagt: Man kan købe sig til et godt hold.”
    http://www.simma.web.surftown.se/Default.aspx?siteId=1&lang=dk

  2. WestSwim upplivdi fyri einum mánaða síðani, at Micha Østergaard á líknandi hátt skifti til VAT. Nú sigur Bo Jacobsen, høvuðsvenjari hjá WestSwim, at orsøkin var partvís pengar, og partvís at vera tættari at sínum felag:

    “Micha´s skifte omhandler både økonomi og det at have en klub tættere på. Det drejer sig om 3000 kroner pr. måned.”

    Sí danska partin av http://www.simma.nu. Flemming Poulsen fer eftir øllum at døma eisini at koma við eini viðmerking, “i løbet af weekenden”, sum nú fyrrverandi venjari hjá Mads Glæsner.

Ger viðmerking