Móttøka fyri World Cup svimjarum

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Í samband við at World Cup svimjarar okkara koma heim í dag úr Berlin verður skipað fyri móttøku á farstøðini í Tórshavn kl. 15.15.

Í dag kl. 14.00 lendir World Cup liðið hjá Svimjisambandinum í Vágum, úr Vágum verður farið beinleiðis til Havnar har móttøka er fyriskipað á Farstøðini.

x-pal silvur 6

Svimjararnir eru:

Úr Suðuroyar Svimjifelag

Pál Joensen:

  • eitt gullmerki í Moskva í 1500 frí
  • eitt silvurmerki í Stocholm í 1500 frí
  • eitt silvurmerki í Berlin í 1500 frí
  • Trý nýggj norðurlendsk met í 1500 frí
  • í 400 frí fjórðapláss, fimtapláss og sekstindapláss

Shaila millum Garðarnar

  • 50 frí 0:26.92 nr. 54
  • 100 frí 0:59.15 nr. 60

Mona Simonsen

  • 800 frí 8:59.17 nr. 17
  • 400 frí 4:25.76 nr. 33

Úr Fuglafjarðar Svimjifelag

Pauli Ø. Mohr

  • 100 frí 0:52.64 nr. 94 Persónligt met
  • 50 frí 0:23.24 nr. 73 Føroyskt juniormet

Venjari hjá liðnum er Jón Bjarnason og leiðari og fysioterapeut er Thurid Kjærbo.

Svimjisambandið vónar at nógv fara at nýta høvi at heiðra svimjarar okkara.

Viðmerkingar

Mynd: rokur

Føroyskt juniormet

Pauli setti ikki bara persónligt met í 50 frí, men eisini føroyskt juniormet. Eg havi tí loyvt mær at rætta tekstin her omanfyri.

http://www.svimjing.com/2009/11/15/story/pauli-bestu-tid-aftur-i-morgun#...