Phelps kláraði ikki at koma í finalu í 200 frí

Michael Phelps gjørdist einans nummar 5 í sínum riðli, og nummar 12 av teim tilsamans 77 sum svumu, og er harvið úti úr kappingini sum skuldi vera høvuðsattraktión í Berlin; nevniliga holmgongan millum Phelps og týska Paul Biedermann. Serfrøðingar og fjølmiðlar eru sum heild samdir um, at her síggja vit munin millum at svimja í ‘superdrakt’ og ikki, men vit frætta eisini at Phelps er ikki heilt í form. Sum til dømis tá ið tey á SwimNews.com her citera Phelps sjálvan fyri at hava sagt: “”I’m doing some best times and for doing it when not having done the training or not having done the amount of training. I’m not in an awful place”. Danski Mads Glæsner gjørdist nummar 11 í riðlinum, og er harvið heldur ikki við finaluni, meðan týski Paul Biedermann við einum skaddum læri varð nummar 1, við tíðini 1:42.73. Heimsmetið hjá Biedermann er 1:40.83, frá hesari World Cup stevnu í Berlin í fjør. Sí úrslit

6 thoughts on “Phelps kláraði ikki at koma í finalu í 200 frí”

  1. Í morgun setti Mads Glæsner nýtt norðurlenskt met í 200 frí við tíðini 1:43.77. Dr.dk OG svoem.dk skriva, at tíðin hjá Mads Glæsner var 1:43.75, men tað má vera ein feilur. Gamla metið átti Antti Kasvios frá 1992. Gamla metið hjá Antti var 1:44.14.

  2. Fjølmiðlarnir eru ikki mjúkir við Phelps, nú eftir at hann slettis ikki kvalifiseraði seg til 200 frí, og síðani heldur ikki svam so øgiliga yvirbevísandi í 200 blandað. Til dømis AFP: “Phelps flopped to a disappointing 12th-fastest over the two heats in a time of 1 mins 44.07secs and failed to qualify from the heats.”

    Biedermann sær ikki út til at halda at tað var bara draktin sum gjørdi munin:
    “I am disappointed that Phelps was not in top form. That would have been a good duel.”

    Biedermann avdúkar seg forrestin sum ein ordans geek, við at máta tíðina heilt upp til “100 sekund”:
    “I am proud to be the first man to swim the 200m under 100 seconds”

    I like him even more now 🙂

    Men spøg til side, ófatiligt at hann kann svimja 200 metrar við 2 m/s í snitt. Ein dag mugu vit gera eitt ‘gag’, við til dømis at taka Jón Brian Hvidtfeldt til Olympiastützpunkt Hamburg, og so lata hann bara standa har og kommentera í svimjikanalini, meðan teir skrúva vatnið upp til at skúma framvið við 2 m/s. Eg lovi tykkum, at tað er nakað sum merkist 🙂

    http://reachforthewall.com/2009/11/15/biedermann-gets-second-wr-phelps-ends-euro-tour-with-silver/

Ger viðmerking