Pál norðurlendskt met og silvur á World Cup í Berlin

Pál setti í dag sítt triðja norðurlendska met uppá góða viku, og hevur sementerað sítt navn sum norðurlendski kongurin á 1500 metra teininum, við fyrst at svimja 14:32.64 og vinna gull í Moskva, fyri síðani at svimja 14:32.59 og vinna silvur í Stockholm, og so aftur svimja 14:32.15 og vinna silvur í Berlin. Hvørja ferð skjótari og skjótari, undir tað nú lítið sigandi fyrrverandi norðurlendska metið hjá Mads Glæsner frá EM í Rijeka í 2008, sum var 14:38.87. Einasti sum Pál hevur tapt ímóti, í 1500 metrar frí á hesum trimum World Cup stevnum, er sjálvur forsvarandi evropameistarin frá Rijeka 2008, Federico Colbertaldo úr Italia, sum í Stockholm rykti frá Pál við umleið 1000 metra markinum, fyri síðani nú í Berlin at skula kempa líka til 1350 metra markið, áðrenn hann slapp frá føroyinginum. Sí úrslit

WC Berlin 1500 5

Ger viðmerking