Pál Joensen, kongur av norðurlendskum langteini

Tíðindaskriv frá Svimjisambandið Føroya

Triðja norðurlendska metið uppá 9 dagar

Seinasta føroyska luttøkan í FINA World Cup á hesum sinni var finalan í 1500 frí í Berlin. Í einum dysti av teimum heilt stórum var Pál á seinasta hundraðmetrinum lagdur aftur um, av einum sera vælsvimjandi italiumanni Frederico Colbertaldo. Olympiski- og heimsmeistarin Mellouli møtti ikki upp til finaluni, so kappingin var millum Colbertaldo og Pál. Eingin ivi var um, at Pál hevði lúrt italiumannin av til kappingina í Stockholm. So tá Colbertaldo royndi at fara frá Pál við 900 metrum, so svaraði Pál aftur, og helt italimannin aftanfyri seg. Endaliga avgerðin fall so heldur ikki fyrr enn á seinasta hundraðmetrinum, har Colbertaldo gav alt hann átti og kom heim við 0:26.95 og 0:26.94 ímóti 0:28.06 og 0:28.24 hjá Pál. Colbertaldo vann gull við 14:29.46 og Pál fekk silvur við 14:32.15. Við hesari tíð setti Pál á triðja sinni í 9 dagar nýtt norðurlendskt met.

WC Berlin 1500 6

Til FINA World Cup í Berlin hava tríggir aðrir føroyskir svimjarar luttikið umframt Pál, tað eru úr Suðuroyar Svimjifelag Mona Simonsen og Shaila millum Garðarnar og úr Fuglafjarðar Svimjifelag Pauli Øssurson Mohr. Øll tey føroysku urslitini eru hesi:

Mona Simonsen

  • 800 frí – 8:59.17 (nr 17)
  • 400 frí – 4:25.76 (nr 33)

Pauli Ø. Mohr

  • 100 frí – 0:52.64 (nr 94) Persónligt met
  • 50 frí – 0:23.24 (nr 73) Persónligt met

Shaila millum Garðarnar

  • 50 frí – 0:26.92 (nr 54)
  • 100 frí – 0:59.15 (nr 60)

Pál Joensen

  • 400 frí – 3:44.91 (nr 16)
  • 1500 frí – 14:32.15 (nr 2) Norðurlendskt met

Føroyska liðið kemur aftur til Føroyar mándagin 16. november kl. 14.00.

3 thoughts on “Pál Joensen, kongur av norðurlendskum langteini”

  1. 1500 fri for herrer var desværre uden vores egen Mads Glæsner. Men færøske Pál Joensen(Aalborg) var med. Her blev det et stortset identisk løb med 1500 meteren i Stockholm. Federico Colbertaldo viser dog mere styrke(og meget mere superfrekvens…) til sidst og vinder i 14.29.46.
    http://www.swimnews.dk/?919

    Come on – skulu teir nú taka heiðurin frá vágbingum, og kalla Pál fyri aalborgensara, bara fyri at sleppa undan at siga sum er… at føroyingurin vann á dananum, líka inntil danin bakkaði út?

  2. Tað siga teir á danska partinum av http://www.simma.nu

    Først og fremmest skal vi bringe grunden til, at Mads Glæsner ikke svømmer 1500 fri her til aften. Vi har været i kontakt med Mads i dag lige inden finalerne, og han fortalte os følgende:

    “Jeg svømmede den både i Moskva og Stockholm, og det synes jeg er nok inden EKM (EM på kortbane om 4 uger, red.). Jeg vil helst ikke svømme 1500 fri for mange gange men i stedet hellere svømme stærkt, når det virkelig gælder.” Mads Glæsner

    Ná ja, so siga vit tað. Forklárar ikki heilt hví at hann so yvirhøvur var tilmeldaður til kappingina, men hann fær jú møguleika at prógva sínum pástandi, í Istanbul.

    RC & co halda síðani stílin, við ikki at nevna hann-vit-ikki-nevna, í lýsingini av úrslitunum frá 1500 frá. Sjálvt um Pál setir norðurlendskt met:

    1500 fri herrer
    Frederico Colbertaldo, ITA vinder i tiden 14.29.46

Ger viðmerking