Glæsner hevur trekt seg frá finaluni í 1500 frí

Danski Mads Glæsner er ikki longur á startlistanum til finaluna í 1500 frí, sum verður á World Cup stevnuni í Berlin nú seinnapartin kl 14:00. Harvið er tað at kalla staðfest nú, at norðurlendski kongurin á 1500 metra frí teininum nú er Pál Joensen, eftir at Pál fyrst vann á Mads í bæði Moskva og Stockholm, fyri at danin síðani trekkir seg nú. Og tað er ikki tí at Glæsner ikki er í form, við tað at hesin jú vann fyrst silvur í 400 frí í Moskva, fyri síðani at vinna gull og seta norðurlendskt met á teininum í Stockholm, og so at enda vinna silvur og seta norðurlendskt met á teininum í Berlin í gjár. Mads er skjótari á 400, og Pál er nú skjótari á 1500.

Ger viðmerking