10 heimsmet, annan dag í Berlin

Týski Paul Biederman gjørdist fyrsti maður undir 1:40 í 200 frí, tá ið hann í dag á World Cup stevnuni í Berlin svam 1:39.37, har heimsmetið hjá honum frá somu stevnu í fjør var 1:40.83. Amerikanska Jessica Hardy betraði enn meira um sítt heimsmet í 50 bringu, við nú at svimja 28.80, har heimsmetið hjá henni frá World Cup í Stockholm her í vikuni var 28.96. Suðurafrikanski Cameron van der Burgh setti síðani í næstu finalu heimsmet í 100 bringu, við at svimja 55.61, har heimsmetið hjá honum frá í august mánaða var 55.99. Russiski Evgeny Korotyshkin knústi sítt heimsmet frá World Cup í Moskva herfyri, við nú at svimja 100 firvald uppá 48.48, har hann í Moskva svam 48.99. Japanska Shiho Sakai setti síðani stórt heimsmet í 100 rygg, og gjørdist fyrsta kvinna undir 56 sekund, við at svimja 55.23, har heimsmetið hjá henni frá í februar mánaða var 56.15.

WC Berlin 200 Biedermann

Kinesiska Liu Zige skar næstan tvey sekund av sínum longu imponerandi heimsmeti frá World Cup í Stockholm í vikuni, við nú at svimja teinin uppá 2:00.78, har hon mikudagin setti heimsmet við 2:02.78. Suðurafrikanski Darian Townsend vant í 200 blandað burtur úr sjálvum Phelps, og setti nýtt heimsmet við 1:51.55, har heimsmetið hjá amerikanska Ryan Lochte frá í apríl í 2008 var 1:51.56. Avstralska “Lethal” Leisel Jones er av álvara aftur, nú hon við 2:15.42 setti heimsmet í 200 bringu, har heimsmetið hjá kanadisku Annamay Pierse frá fyrr í ár var 2:16.83. Hálendska Hinkelien Schreuder sorlaði metið í 100 blandað, og gjørdist fyrsta kvinna undir 58 sekund á teininum, tá ið hon setti heimsmet við tíðini 57.74, har Jing Zhao’s heimsmet frá World Cup í Stockholm mikudagin var 58.40. Og russiski Arkady Vyatchanin setti heimsmet nummar 10 í finaluumfarinum í dag, við at svimja 1:46.11 í 200 rygg, har heimsmetið hjá suðurafrikanska George du Rand frá World Cup í Moskva var 1:47.08. Les swimmingworldmagazine.com

10 thoughts on “10 heimsmet, annan dag í Berlin”

  1. Skjótt høvuðrokning: 10 x $10.000 í eyka bonus, til tey sum seta heimsmet.

    Hartil fáa tey $1500 í part fyri at vinna gull.

  2. Omanfyri standandi tíðindi skulu lesast í éinari útanding.

    Tú kanst velja at lesa punktum sum komma, um tað ger tað lættari 🙂

  3. “Den megen snak om superdragternes betydning forstummede dog en anelse i stævnets næstsidste finale, hvor russeren Arkadij Vijatjanin stillede op uden teknologiske hjælpemidler og i bar mave svømmede 1.46,11 min., der er et sekund hurtigere end sydfrikaneren George Du Rands vidertid fra Moskva i sidste weekend.”

    Úr Politiken.

      1. Craig Lord – sum var her… ovasti fyri pressufólk her til World Cup Berlin… hvørja ferð eg møtti honum mundi eg sparka hann

          1. Eg havi hoyrt so nógvar søgur um hasa nissuna, serliga hetta vikuskiftið í Berlin. Tom Johnson dugir nógvar góðar, og hann er ikki hvør sum helst. Ja Biedermann svam seg til heimsmet í 200m frí, men ein annar maður svam undir gamla metið, ein sum eg trúgvi kemur at bjóða øllum av nú “the circus leaves town”

          2. Tað er stórur munur á orðingarnar hjá Craig Lord á swimnews.com og fina.org, hóast hann kopierar nógv av innihaldinum.

            Til dømis stendur á fina.org:

            “Federico Colbertaldo (ITA) claimed the 1,500m freestyle in 14:29.46 after a tight tussle with Pal Joensen (FAR), second in 14:32.15… …The World Cup series will conclude in Singapore next weekend.”

            Meðan á swimnews.com stendur:

            “Federico Colbertaldo (ITA) claimed the 1,500m freestyle in 14:29.46 after a tight tussle with Pal Joensen (FAR), second in 14:32.15… …The World Cup series ends in Singapore next weekend. It begins again next year as a serious swimming competition.”

Ger viðmerking