Berlin – kappingin harðnar

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen móti evropeiska-, heims- og olympiska meistarunum

Pál Joensen skal nú á triðja sinni royna seg á World Cup stevnu í ár, hesuferð í Berlin, leygardag og sunnudag 14. – 15. november 2009, og hesuferð saman við trimum øðrum svimjarum úr Føroyum.

shaila mona pauli

Mona Simonsen og Pauli Ø. Mohr eru komin afturat, sum teir báðir føroysku svimjarar ið út yvir Pál hava klárað bestu tíðir, í tíðarskeiðnum 1. september til 1. november. Hartil hevur Suðuroyar Svimjifelag sent Shailu millum Garðarnar, sum liður í hennara fyrireiking til evropameistarastevnuna í Istanbul í desember.

Kappingin í Berlin verður um møguligt enn harðari, enn tann sum vit sóu í Moskva og Stockholm. Í 400 frí skal Pál nú útyvir Glæsner, Colbertaldo og hinar eisini møta týska Paul Biedermann, sum eigur heimsmetið á langgeil og evropeiska metið á stuttgeil, og sum í Rom í summar gjørdist heimsmeitari á teininum. Í 1500 frí skal hann út yvir evropameistaran Colbertaldo møta eisini tunesiska Oussama Mellouli, sum varð heimsmeistari á teininum í Rom í summar, og sum í fjør vann 1500 frí á 6 út av 7 World Cup stevnum – í Belo Horisonte, í Durban, Sydney, Singapore, Moskva og Stockholm – fyri síðani í Berlin at melda frá vegna skaða. Mellouli hevur til nú slettis ikki svomið World Cup stevnur í ár, og er tí avgjørt ein “dark horse” í kappingini.

hylurin1

Fyri hinir føroyingar kann kappingin tykjast øgilig, nú alt sum kann krúpa og ganga innan svimjing flokkast í Berlin. Til dømis eru teir 82 mans og 70 kvinnur undir føroysku metini í 100 frí, 71 mans og 60 kvinnur undir føroysku metini í 50 frí, og 16 kvinnur undir føroyska metið í 800 frí. Greinar sum annars eru sergreinar hjá Paula, Shailu og Monu, og sum tey øll vunnu heiðursmerki í á Oyggjaleikum í summar.

Føroyska luttøkan á World Cup í Berlin

Leygarmorgun frá kl 07:30, føroyska tíð

  • Kapping 1: 800 frí kvinnur, Mona Simonsen, 8:58.61 (nr 17 av 22)
  • Kapping 2: 100 frí menn, Pauli Ø. Mohr, 52.76 (nr 107 av 109)
  • Kapping 12: 400 frí menn, Pál Joensen, 3:42.57 (nr 7 av 54)
  • Kapping 13: 50 frí kvinnur, Shaila millum Garðarnar, 26.49 (nr 61 av 69)

Leygardag frá kl 14:00, føroyska tíð

  • Kapping 12: 400 frí menn (finala), Pál Joensen kvalifiserar seg vónandi

Sunnumorgun frá kl 07:30, føroyska tíð

  • Kapping 19: 100 frí kvinnur, Shaila millum Garðarnar, 58.12 (nr 71 av 80)
  • Kapping 29: 400 frí kvinnur, Mona Simonsen, 4:19.54 (nr 33 av 41)
  • Kapping 30: 50 frí menn, Pauli Ø. Mohr, 23.33 (nr 74 av 87)
  • Kapping 34: 50 firvald kvinnur, Shaila millum Garðarnar, 29.11 (nr 59 av 64)

Sunnudag frá kl 14:00, føroyska tíð

  • Kapping 18: 1500 frí menn (finala), Pál Joensen, 14:32.59 (nr 2 av 21)

Meira spesifikt um kappingarnar hjá Pál

Pál skal svimja nágreiniliga tað sama í Berlin, sum hann svam í Moskva og Stockholmi. Tað vil siga innleiðandi 400 frí leygarmorgun, til at royna at koma í finalu leygardag, og so aftur finalu í 1500 frí sunnudag. Vit vita at hann bæði í Moskva og Stockholmi kláraði at svimja seg í finalu í 400 frí, fyri síðani at vinna heiðursmerki í 1500 frí. Og spennandi verður tí at síggja, um hann kann endurtaka hesi bragd í Berlin.

fløgg

Í 400 frí kann Pál styrkismetast til umleið 7. bestu tíð, um vit taka úrslitini frá Moskva og Stockholm við. Hann hevur rættiliga góðan kjans at koma í finaluna, við tað at svimjarar nr 9 og 10 eru eini 5 sekund spakuligari enn Pál. Men hinvegin koma tveir krútsterkir menn inn ovast á styrkislistanum, við tilmeldingartíðum ið eru betri enn vinnaratíðin hjá Mads Glæsner frá stevnuni í Stockholm, og har tann ovasti eigur heimsmetið á langgeil:

  1. Paul Biedermann, 1986 (GER) 3:34.88 (Essen Nov 08)
  2. Oussama Mellouli, 1984 (TUN) 3:36.75 (Berlin Nov 08)
  3. Mads Glæsner, 1988 (DEN) 3:38.78 (Stockholm Nov 09)
  4. Robert Hurley, 1988 (AUS) 3:39.29 (Stockholm Nov 09)
  5. Federico Colbertaldo, 1988 (ITA) 3:39.50 (Stockholm Nov 09)
  6. Christian Kubusch, 1988 (GER) 3:39.95 (Stockholm Nov 09)
  7. Pál Joensen, 1990 (FAR) 3.40.16 (Stockholm Nov 09)
  8. Mikhail Polishchuk, 1989 (RUS) 3:40.65 (Moskva Nov 09)
  9. Dominik Meichtry, 1984 (SUI) 3:45.52 (Moskva Nov 09)
  10. Blake Worsley, 1987 (CAN) 3:45.35 (Stockholm Nov 09)

Viðkomandi met á 400 metrum á stuttgeil:

  • Føroyskt met: 3:40.16 (Pál Joensen, World Cup í Stockholm 2009)
  • Norðurlendskt met: 3:38.78 (Mads Glæsner, World Cup í Stockholm 2009)
  • World Cup met:3:34.63 (Ian Thorpe, World Cup í Stockholm 2003)
  • Evropeiskt met: 3:34.98 (Paul Biedermann, týska meistarastevnan í Essen í 2008)
  • Heimsmet: 3:34.58 (Grant Hackett, Grand Prix stevna í Sydney í 2002)

Í 1500 frí liggur Pál heilt væl fyri, men fer at fáa avbera harða kapping, frá serliga evropameistaranum Federico Colbertaldo, umframt frá heimsmeistaranum og olympiska meistaranum Oussama Mellouli. Colbertaldo vann sum kunnugt 1500 frí á World Cup stevnuni í Stockholm, mikudagin, meðan Mellouli í fjør vann 6 av 7 World Cup kappingum. Thomas Lurz úr Týskalandi er eisini ein harður harri, sum gjørdist heimsmeistari í 5 og 10 km havsvimjing á HM í Rom í summar, umframt gull í 5 km eisini á báðum undanfarnu heimsmeistarastevnum. Hann er fyrst og fremst havsvimjari, men kann so avgjørt svimja ein góðan 1500 metrar frí eisini.

  1. Federico Colbertaldo, 1988 (ITA) 14:28.35 (Stockholm Nov 09)
  2. Pál Joensen, 1990 (FAR) 14:32.59 (Stockholm Nov 09)
  3. Oussama Mellouli, 1984 (TUN) 14:34.31 (Moskva Nov 08)
  4. Thomas Lurz, 1979 (GER) 14:37.98 (Essen Nov 07)
  5. Mads Glæsner, 1988 (DEN) 14:39.88 (Stockholm Nov 09)
  6. Christian Kubusch, 1988 (GER) 14:44.70 (Stockholm Nov 09)
  7. Marco Rivera, 1983 (ESP) 14:46.47 (Stockholm Nov 09)
  8. William Freeman, 1992 (USA) 14:53.51 (Stockholm Nov 09)

Viðkomandi met á 1500 metrum á stuttgeil:

  • Føroyskt met: 14:32.59 (Pál Joensen, World Cup í Stockholm 2009)
  • Norðurlendskt met: 14:32.59 (Pál Joensen, World Cup í Stockholm 2009)
  • World Cup met: 14:28.35 (Federico Colbertaldo, World Cup í Stockholm 2009)
  • Evropeiskt met: 14:16.13 (Yuri Prilukov, EM í Helsinki í 2006)
  • Heimsmet: 14:10.10 (Grant Hackett, avstralska meistarastevnan í Perth í 2001)

Heimasíða hjá World Cup stevnuni í Berlin: www.fina-arena-worldcup.com
Heimasíða hjá FINA ísv World Cup 2009: http://www.fina.org/project/index.php?option=com_content&task=blogcategory&id=107&Itemid=541
Úrslit frá World Cup stevnunum kunnu síggjast á: http://www.omegatiming.com/calendar/index.html

Fylgið eisini við á www.svimjing.com, www.susvim.com og www.ssf.fo

4 thoughts on “Berlin – kappingin harðnar”

  1. Tey boða frá á http://www.fina-arena-worldcup.com, at har eingin billett eftir yvirhøvur, uttan nøkur einstøk standipláss sum verða seld á sjálvum kappingardøgunum.

    Stockholm var eisini útselt, væl áðrenn svimjistevnan byrjaði. Og FINA skrivaði herfyri, at har vóru metnógvir sjónvarpshyggjarar at heimsmeistarastevnuni í Rom – tilsamans 1.5 milliard, bara í Evropa, sum hugdu at 2470 programmum, ið tilsamans taldu 1840 tímar av svimjing.
    http://www.fina.org/project/index.php?option=com_content&task=view&id=2723&Itemid=108

    So sig ikki at svimjing ikki hevur áhuga 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.