Tíðindi nummar 2000

Ja, so komu vit hertil eisini. Greinin her er ‘noda nr 2000’, sum merkir at her nú hava verið skrivaðar tilsamans 2000 greinar á www.svimjing.com, síðani heimasíðan kom á netið tann 1. mars í 2007. Og faktiskt heilar 1000 síðani eg tann 31. oktober í fjør skrivaði ‘tíðindi nummar 1000‘. Tíð at fara at hyggja at nøkrum hagtølum …

Í fjør vóru lyklatølini, at heimasíðan hevði verið vitjað tilsamans 73.588 ferðir, har hvør vitjandi hugdi at 3.03 síðum í part. Altso einar 3679 vitjanir um mánaðin, har villasta vikan var EJM-vikan í Beograd, tá ið 2144 vitjaðu heimasíðuna

tidindi_nr_1000

Well, nógv er hent síðani tá, til nú tá ið Pál Joensen vann sína fyrstu World Cup stevnu í Moskva síðsta leygardag, og setti sítt fyrsta norðurlendska met á stuttgeil, fyri síðani í dag at vinna silvur á World Cup í Stockholm, og aftur seta norðurlendskt met.

Nú eita tølini, at heimasíðan hevur verið vitjað tilsamans 157.564 ferðir, har hvør vitjandi hugdi at 2.8 síðum í part, at tilsamans 449.601 síðum. Og har villasta vikan mest sannlíkt er annaðhvør runt World Cup í Stockholm í fjør, tá ið 3464 vitjaðu heimasíðuna, ella tann beint nú, tá ið Pál svimur World Cup í Stockholm og Berlin.

Tíðindi nr 2000

Hasin grafurin er eftirhondini so langur og flatur vegna teir lutfalsliga stóru spíðsarnar, sum koma tá ið okkara svimjarar svimja úti í heimi, og vit øll sita og fylgja við á serliga www.svimjing.com/live. So her er ein sum vísir gongdina per mánaða.

Tíðindi nr 2000 (2)

Heilt ókey gongd haldi eg, at vera komin upp á umleið 5000 vitjarnir hvønn mánaða, næstan líka mikið tíð á árinum 🙂

Vit koyra á víðari, og vænta nakrar góðar vikur eisini restina av árinum, umframt í januar. Vit hava jú Berlin eftir, umframt landsdyst Føroyar-Ísland, Norðurlendska JuniorMeistarakapping í Bergen og EM í Istanbul í desember, áðrenn vit í januar hava alt hatta við Potsdam og venjingarlegu í Íslandi í senn. Og so bara meira og meira, til eg veit ikki nær.

Um nakar ivast í hvat vit ynskja okkum, so hevur www.svimjing.com enn einki búmerki. Heimasíðan er púra uttan inntøku, har eg persónliga gjaldi fyri heimasíðupláss, og so havi røsk fólk sum beiggja mín Bartal at hjálpa mær frívilligt. Og eg eri altso ikki komin hartil enn, at eg persónliga vil gjalda tær nógvu 1000 krónurnar, sum eitt professionelt búmerki kostar 🙂

(Bartal hevur roynt at tekna okkurt… men eg eri ein líka so kritiskur ‘keypari’ av grafikki, sum eg eri vánaligur til sjálvur at tekna)

One thought on “Tíðindi nummar 2000”

  1. Fyrst tillukku, hetta er jú eitt bragd fyri seg.

    Annars fín lýsing av tær sjálvum har til seinast hehehe.

    Annars vildi eg meint, at SSF eigur at fáa sær eitt nýtt búmerki as well. Og ein sponsor hjá SSF eigur væl at taka sær av hesum báðum.

Ger viðmerking