Speedo LZR Racer Elite draktirnar á veg

Á Kast-A-Way blog ber nú til at síggja amerikanskar prísir og snið á nýggju “Speedo LZR Racer Elite” draktirnar, sum fara at koma í staðin fyri verandi Speedo LZR Racer ‘superdrakt’. Stuttibuksurnar til menn fara at kosta $260, ella umleið 1287 kr við dagsins kursi ‘over there’, og knælanga “Recordbreaker Kneeskin” draktin hjá kvinnum fer at kosta $375, ella umleið 1857 kr. Tey skriva at nýggju draktirnar verða “more expensive than the FS-Pro”, sum kanska gevur tykkum eina betri hóming av hvussu prísurin verður her hjá okkum.

3 thoughts on “Speedo LZR Racer Elite draktirnar á veg”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.