Nýtt norðurlendskt met til Pál Joensen

Pál Joensen kláraði akkurát at seta norðurlendskt met, á World Cup stevnuni í Stockholm, tá ið hann svam teir 1500 frí 5 hundraðpartar skjótari enn í Moskva, eini 7 sekund skjótari enn danin Mads Glæsner, men tíverri eisini eini fýra sekund spakuligari enn evropameistarin Federico Colbertaldo úr Italia. Colbertaldo setti World Cup met við 14:28.35, har metið hjá sjálvum Grant Hackett var 14:29.51, frá World Cup í Sydney heilt afturi í 2000. Pál vann silvur við nýggjum norðurlendskum meti á 14:32.59, og Mads Glæsner vann bronsu við tíðini 14:39.88. Sí úrslit

WC-Stockholm-2009-1500-Colbertaldo-Joensen-Glaesner

14 thoughts on “Nýtt norðurlendskt met til Pál Joensen”

  1. Hesuferð var tað evropameistarin Colbertaldo sum kom frískur til Berlin, eftir at Pál og Mads høvdu svomið í Moskva. Í Berlin kemur so heimsmeistarin Oussama Mellouli afturat, umframt týski jarnmaðurin Thomas Lurz.

    Topp 6 í Berlin, um vit seta úrslitini í dag saman við tilmeldingartíðirnar hjá teimum sum ikki hava svomið:

    1. Federico Colbertaldo, 1988 (ITA) 14:28.35
    2. Pál Joensen, 1990 (FAR) 14:32.59
    3. Oussama Mellouli, 1984 (TUN) 14:34.31
    4. Thomas Lurz, 1979 (GER) 14:37.98
    5. Mads Glæsner, 1988 (DEN) 14:39.88
    6. Christian Kubusch, 1988 (GER) 14:44.70

    http://www.fina-arena-worldcup.de/2009docs/entries/SWC2009_rep_wc_startlisten_wettkampf_komplett_05112009-110519.pdf

    1. Fleiri sambond brúka FRO sum stytting fyri Føroyar. Millum annað svam Ragnvaldur Jensen fyri “FRO” á Evropameistarastevnuni fyri brekað í Reykjavík herfyri. Og eg meini at bogaskjúttarnir eisini brúka “FRO”.

    2. Ja eg skilji einki, púrasta einki, eg var spurdur um Pál svam fyri eitt annað land.

      Tað er kanna, og tíverri kemur hatta frá SSF ???

      Okur hava annars gingi undir FAR, og hava tað á svimjihettunum… men nú ?? I dont get it 🙂

      1. FRO kemur ikki frá Svimjisambandinum. Føroyar meldar altíð til sambært okkara stytting hjá FINA, og hon er FAR. Um eg skal gita er tað onkur smartur Omegamaður, ið heldur at tað skal eita soleiðis.

        Jon

        1. forvirring her nú 😉
          altso um okra stytting hjá FINA er FRO, so hevur eingin Omega maður gjørt nakað løgi.. well?
          So er tað okra svimjihettur sum eru danskar og siga Far 😉
          Ella blandaði tú okkurt har? 😉

          ahh, ein ‘typo’ so 😉

  2. Tey áttu handan Matheus Ribeiro, sum í innleiðandi riðlunum svam 15:10.14, har Pál í finaluni svam 14:32.59. Klassamunurin vendir her ikki heilt sama veg, sum í fótbólti 🙂

    Nos 1500m livre, Matheus Ribeiro foi apenas o oitavo, com 15min10s14. O ouro ficou com o italiano Federico Colbertaldo, com o tempo de 14min28s35 (recorde do torneio), seguido por Pal Joensen, de Ilhas Faroe, e Mads Glaesner, da Dinamarca.
    http://www.gazetaesportiva.net/nota/2009/11/11/608930.html

    og

    Na primeira disputa do dia, o brasileiro Mateus Ribeiro terminou em oitavo lugar na prova dos 1.500m livre, com o tempo de 15m10s14. O ouro ficou com o italiano Federico Colbertaldo, com o tempo de 14m28s35. Pal Joensen, das Ilhas Faroé, levou a prata (14m32s59), seguido pelo dinamarquês Mads Glaesner (14m39s88).
    http://globoesporte.globo.com/Esportes/Noticias/Esportes_Aquaticos/0,,MUL1375220-16315,00-NICOLAS+OLIVEIRA+SE+RECUPERA+NO+FIM+E+FICA+COM+O+BRONZE+NOS+M+LIVRE+NA+SUEC.html

  3. Ítróttarjournalisturin Rick Morrisey á the Chicago Tribune lovaði at eta sína klummu afturvið salsa, um kurvabóltspælarin Joakim Noah hjá the Chicaco Bulls nakrantíð vísti seg at hava nakað virði …

  4. Federico Cobertaldo won the 1500m freestyle – the opening race of the last session of the Stockholm meet – in 14:28.35, a new World Cup record. For two thirds of the race, the Italian was challenged by Pal Joensen, the junior European champion, who started to lose ground from the 1000-metres mark: eventually, the representative of the Faroe Islands placed in second with the time of 14:32.59, with Mads Glaesner, from Denmark, in third in 14:39.88
    http://www.fina.org/project/index.php?option=com_content&task=view&id=2725&Itemid=541

  5. Lesið á http://www.susvim.com

    Federico gjørdi eitt rykk, eitt sera djarvt rykk, tí um tað ikki eydnast, so tapir tú heilt sikkurt. Pál fór ikki við, tí hann ikki metti seg klára hatta tempoði, eitt tempo sum Federico bert helt í 200m so var útselt, men nokk til at vinna, tí hann var komin tilpass langt framum, og skuldi “bert” halda, og tað gjørdi hann í stórum stíli. Eingin ivi skal vera um, at Pál tapti til ein verdigan mótstandara í kvøld. Federico Colbertaldo er forsvarandi Evropameistari, HM finalistur, OL svimjari, you name it. Her afturat hevur hann eitt sindur meira rutinu at taka av. Okur høvdu eitt prát við hann, ein sera fittur og sympatiskur persónur sum var djúpt imponeraður av, at hann var noyddir til at koyra seg sjálvan í ‘sænk’ fyri at vinna í kvøld. Og hann vann mítt hjarta tá ið hann segði seg ikki hava ánilsi av at Føroyar spældi fótbólt. Men at okur hava ein óhugnaliga sterkan svimjara. Hann er hervið bjóðaður til mín føðingardag næsta ár hehe 😉

    http://www.knassi.net/knassi_news_show.php?id=27551&number=17&width=

Ger viðmerking