Alshammar heimsmet í 50 firvald

Nú gjørdi tað nokk ikki so nógv, at kinesiska Jing Zhao beint í áðni tók heimsmetið frá ‘Tessuni’ í 100 blandað, tá ið hon beint eftir kundi sleppa sjálv at seta stórt heimsmet í 50 firvald, á heimabana í síðstu kapping á World Cup í Stockholm. Nýggja heimsmetið hjá Theresu Alshammar er 24.46, har heimsmetið hjá henni frá World Cup í Durban í oktober var 24.75. Sí úrslit

4 thoughts on “Alshammar heimsmet í 50 firvald”

      1. Vís mær so á ein sprintara sum kann uppnáa somu effekt í Føroyum, sum Tessan ger her, so skal eg hjálpa tær at lýsa ;o)

        Eg kann annars siga, at fólk sótu ikki á reyvini tá ið Pál og Colbertaldo svumu. Sviar hildu við Pál, eingin ivi um tað, og tá ið ‘Bosse’ rópti út í høllina at tað var norðurlendskt met enn einaferð, tá var klappa og rópt sum um okur vóru heima. Ein fín løta 🙂

Ger viðmerking