SVT sendir LIVE á internetinum frá World Cup í Stockholm

GEV GÆTUR! Tað vísir seg at akkurát hendan sendingin er avmarkað til bara sviar, í mun til aðrar sendingar á www.svtplay.se. Til ber tó at síggja World Cup á www.svimjing.com/live, við stream frá FINA og Universal Sports.

Svenskt sjónvarp sendir ‘LIVE’ frá World Cup svimjistevnuni í Stockholm, í kvøld og í annaðkvøld frá kl 18:00 føroyska tíð. Í kvøld skal Pál svimja finalu í 400 frí, umleið kl 19:00 føroyska tíð, við næstbestu tíð frá innleiðandi riðlunum í morgun. Og í annaðkvøld er tað so finalan í 1500 frí, sum hann er beinleiðis kvalifiseraður til.

SVT Live

Fylgið annars við á www.svimjing.com/live, har vit sum frægast royna at samla “live stream” og “live timing” á éinari síðu, saman við møguleikanum at chatta við restina av okkum áskoðarum.

Og gev gætur, at vit mest sannlíkt ikki síggja finaluna í 100 frí í annaðkvøld, av tí at sviar tíverri sum í fjør velja at tendra fyri streamingini eftir at 1500 er svomið. Tað fáa vit staðfest í kvøld, tá ið tey eftir røttum eiga at byrja við 800 frí finalu hjá kvinnum kl 17:40, samstundis sum tey á svtplay.se annonsera at “live stream” fyrst byrjar kl 18:00.

2 thoughts on “SVT sendir LIVE á internetinum frá World Cup í Stockholm”

  1. Eg hugsi ikki at tykur síggja nakran 1500m, tí sviar stinka til alt sum er longur enn 200m, og tí verður tað niðurprioritera 🙁

    Men um onkur kundi goldi fyri internet til mín í høllini, so kundi eg nýtt Nokia N95 til Live stream og kommentarar 🙂 Lovi tó ikki at tað verður fyri sartar sálir hehe.

    Hmm.. nú eg hugsi me um, kanska best ikki at gera tað 😉

Ger viðmerking