Pál nr 5 í 400 frí á World Cup í Stockholm

Tað rakk tíverri ikki til heiðursmerki í kvøld, tá ið Pál svam finalu í 400 frí, á World Cup stevnuni í Stockholm. Men enn eitt flott føroyskt met til vágbingin, á 3:40.16, og enn ein staðfesting av at føroyingurin er á veg fram. Betring av síni bestu tíð við meira enn einum sekundi, síðani World Cup í Moskva seinasta fríggjadag, og so væl meira enn tað síðani EM í Rijeka í fjør. Mads Glæsner úr Danmark vann gull í hesum 400, og setti norðurlendskt met við tíðini 3:38.78. Sí úrslit

5 thoughts on “Pál nr 5 í 400 frí á World Cup í Stockholm”

  1. Bjarnason SMS-ar úr Stockholm: “”Skide góð tíð, tætt uppá magisku 3:39, men aftur er tað tað manglandi beinsparkið sum avgjørdi tað. Har var ein sum svam 14m undir í seinastu vending, he he”

  2. Tað havi eg aldrin sagt. Tíðin var góð, men enn er nógv sum kann gerast betur, tað er at frøðast um, men eg eri ikki nøgdur, sjálvandi ikki 😉

      1. Good one 😉

        Men annars má sigast, at Mads svam ein sera flottan 400m, ja eg vil siga perfektan í mun til hvat hann kan beint nú.
        Pál svam gott og akkurát sum hann skal fyrsta 100m, men so hongur ikki heilt saman tann næsta 100m, og tað kostar, nokk til at hann ikki svam undir 3:40… øv!

        Men nú veit hann akkurát hvussu hasin pinkubarnateinurin skal taklast í Berlin 😉

        Og 1500m í morgin.. uha uha, tað verður sikkurt soleiðis, at eg komi heim aftur uttan hár.. ehmm.. 🙂

Ger viðmerking