Pál nr 2 í innleiðandi 400 frí

Pál Joensen gjørdist í morgun nummar 2 í innleiðandi riðlunum av 400 frí, á World Cup stevnuni í Stockholm. Tíðin hjá honum var 3:41.60, tveir tíggjundapartar frá føroyska metinum hjá honum á 3:41.40, sum hann svam í finaluni í 400 frí í Moskva, seinasta fríggjadag. Fremsti maður varð Federico Colbertaldo úr Italia, sum er einasti við betri tilmeldingartíð enn Pál í 1500 frí í morgin, og sum her í morgun svam 3:41.09 í 400. Mads Glæsner svam 3.43.03, ið eigur norðurlendska metið á 3:39.77 í hesum 400 frí. Yvirhøvur sær tað ógvuliga gott út hjá Pál, nú hann komfortabult gjørdist nr 2 í hesum innleiðandi riðlum, og kom í finaluna í kvøld, hóast hann á pappírinum skuldi verða nr 9 og uttanfyri finalupláss. Sí úrslitalista

7 thoughts on “Pál nr 2 í innleiðandi 400 frí”

  1. Bjarnason SMS’ar “super morgunsvimjing”, úr Svøriki 🙂

    “Pál svam í gamlari skræddari drakt, misti totalt 3 vendingar, tað verður nakað betri í kvøld”

      1. Hetta er ein maður sum hevur HEIMSMET í 100m frí, hann er ein av allar skjótastu 200m frí svimjarum í 50m hyli í heiminum nakrantíð, og so verður hann avbardur av Páli við 13 sekundum í 400m í 25m hyli. Og jú, hann royndi, hann gav alt, kom næstan ikki upp úr aftur hylinum eftir 400m.

Ger viðmerking