Kicker Vencill um tá ið hann varð tikin fyri doping

Jessica Hardy skrivar her á Twitter: “Please watch, a best friend, teammate, & mentor, Kicker Vencill talks about VERY similar life experiences 2 me:”



Vit kenna longu søguna um Hardy, at hon varð tikin fyri doping á úttøkustevnuni hjá USA til OL í Beijing, og fekk eina karantenu uppá 2 ár, sum WADA enn metir vera galdandi, men sum amerikanski antidopingstovnurin hevur minkað til 1 ár. Hon kom flúgvandi út úr karantænuni, við at seta heimsmet og gerast fyrsta kvinna undir 30 sekund í 50 bringu, sum er løgið tá tú hugsar um at tú ikki mást venja í nøkrum ítróttarfelag yvirhøvur, meðan tú hevur doping-karantænu. Hon setti so aftur heimsmet nú í Moskva, við tíðini 29.36.

Kicker Vencill og Jessica Hardy vóru sum sagt liðfelagar, undir sama legendariska svimjivenjara Dave Salo, sum eisini vandi Oussama Mellouli, ið sum kunnugt eisini varð fangaður fyri doping. Vencill fekk 4 ár, Jessica Hardy 2 og Mellouli 18 mánaðir. Øll umbóru seg við at tað var av óvart, Vencill og Hardy vegna dálkað kosttilskot, og Vencill og Hardy fingu eftirfylgjandi sínar dómar minkaðar av amerikumonnum.

One thought on “Kicker Vencill um tá ið hann varð tikin fyri doping”

  1. Hesi fólkini eru tikin fyri doping, punktum. Einki persónligt; men fólk sum dopa seg hava altso órættvísan fyrimun. Og tí fáa tey ein dopingdóm, sum skal haldast.

Ger viðmerking