Pál Joensen World Cup vinnari !!

Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag hevur júst morlað føroyska stuttgeilametið á 1500 metrum frí, og eisini sett norðurlendsk seniormet við yvir 6 sekundum, á World Cup stevnuni í Moskva, í beinleiðis kapping við tann nú fyrrverandi norðurlendska methavaran Mads Glæsner. Tíðin hjá Pál varð 14:32.64, har norðurlendska metið hjá Glæsner var 14.38.87, frá World Cup í Stockholm í fjør, og føroyska metið hjá Páli var 14:39.99 frá EM í Rijeka í fjør. Næstur eftir Pál gjørdist Vitaly Romanovich úr Russlandi, næstan 7 sekundir aftanfyri føroyingin, við tíðini 14:39.51. Og nummar 3 varð so Mads Glæsner úr Danmark, við tíðini 14:44.43.

Pál massagu

SwimmingWorld Magazine vísir her á, at Pál var eisini bara fá sekund frá World Cup metinum á 14:29.51 hjá sjálvum Grant Hackett, ið varð sett heilt afturi í ár 2000. Avstralski Hackett eigur bæði World Cup metið á 14:29.51, heimsmetið á stuttgeil á 14:10.10, og heimsmetið á langgeil á 14:34.56. Russiski Yuri Prilukov eigur evropeisku metini, 14:16.13 á stuttgeil og 14:43.21 á langgeil.

Men’s 1500 free
Pal Joensen, from the tiny country of Faroes Island, ran away with the distance freestyle event when he clocked a 14:32.64. That performance broke his previous national record of 14:39.99 set in December 2008. He also finished just a few seconds off the World Cup record of 14:29.51 set by Grant Hackett back in 2000.

Bjarnason segði í SMS áðrenn finaluna: “Hoffmann segði á PERFEKTUM enskum “Now you muzt beat ze dänen” he he. Tað verður so spennandi, eg trúgvi at hóast Mads ikki var heilt elite í gjár, so er hann uppsettur uppá ikki at tapa, tí hann droppaði venjingina í gjár OG í morgun. Pál vandi sjálvandi. Og Verraszto úr Ungarn er flúgvandi, 4.03 í 400 IM. Puha! Topp 3 verður ein gysari”

Joensen & Hoffmann

[Joensen og Hoffman í Moskva. Hoffman er týska legendan í 400 og 1500 metra frí, sum vann HM á báðum teinum í 1991. Hann er venjari í dag, og eitt av høvuðsnøvnunum á fyrr nevndu “Battle Camp” í Potsdam í januar 2010]

Sjálvur Vladimir Salnikov var eisini til staðar í stásiligu “Olimpiyskiy” svimjihøllini í Moskva, nú Pál vann á millum øðrum 4 russum, í sama hyli sum Salnikov sjálvur vann OL gull í 1980, og gjørdist fyrsti maður undir 15 minuttir á langgeil. Hann er eisini venjari í dag, og verður eisini nevndur í sambandi við “Battle Camp” í Potsdam, við tað at russar eisini skulu luttaka har.

Joensen & Salnikov

[Joensen og Salnikov í “Olimpiyskiy” høllini í Moskva. Tveir menn sum altíð fara at minnast akkurát hesa høllina í Moskva sum nakað heilt serligt]

Við hesum hevur Pál Joensen endaligi sligið navn sítt fast sum ein av heimsins størstu seniorsvimjarum á 1500 metrum, við avgjørt størsta føroyska ítróttaravrik nakrantíð. Hetta er ikki nakað sum tú gert við eini ‘sensatión’, men einans við harðari og miðvísari venjing. Og tað góða fyri okkum føroyingar er, at tað krevur júst tað sama av øðrum, at koppa harra Joensen nú!

4 thoughts on “Pál Joensen World Cup vinnari !!”

  1. Orsaka, handan orðingin hjá mær runt Hackett var eftir øllum at døma eitt sindur misvísandi, við tað at eg nevndi World Cup met og heimsmet í sama viðfangi. Havi tí broytt partin um World Cup met, heimsmet og evropeisk met, her omanfyri.

    World Cup met eru ikki heimsmet, men ‘bara’ tær søguliga bestu tíðirnar á World Cup stevnum. Tær eru nakað væl verri enn heimsmetini, av tí at World Cup er ‘mitt í sesong’, meðan svimjararnir enn venja tungt.

    Trupla orðingin var forrestin: “Pál var eisini bara fá sekund frá World Cup metinum á 14:29.51 hjá sjálvum Grant Hackett, ið enn eigur heimsmetið á langgeil”.

Ger viðmerking