Pál Joensen World Cup vinnari og nýtt norðurlendskt met

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Á øðrum degnum á FINA World Cup í Moskva lukkaðist tað hjá Pál. Ein framúrskarandi 1500 metur, væl svomin og sigurin var ongantíð í iva. Tá avtornaði vann Pál við tíðini 14:32.64 næstan sjey sekund framman fyri Vitaly Romanovich úr Russlandi, ið gjørdist nummar tvey við tíðini 14:39.51, á triðja plássið var danin Mads Glæsner, ið átti gamla norðurlendska metið við 14:38.87 frá FINA World Cup í Stockholm seinasta heyst.



Um allan heim vekir avrikið hjá Pál áhuga, kenda amerikanska svimjiblaðið SwimmingWorld Magazine vísir her á, at Pál var eisini bara fá sekund frá World Cup metinum á 14:29.51 hjá sjálvum Grant Hackett, ið enn eigur heimsmetið á langgeil. Tað metið varð sett heilt afturi í ár 2000.

Men’s 1500 free: Pal Joensen, from the tiny country of Faroes Island, ran away with the distance freestyle event when he clocked a 14:32.64. That performance broke his previous national record of 14:39.99 set in December 2008. He also finished just a few seconds off the World Cup record of 14:29.51 set by Grant Hackett back in 2000.

Úr Moskva ljóðar at Pál er ikki helt nøgdur við tíðina av tí Pál var so stutt frá World Cup metinum hjá Grant Hackett.

Við hesum úrsliti hevur Pál Joensen sligið navn sítt fast sum ein av bestu langteinasvimjarum í heiminum.

Tað er stuðulin til úrvalsíttrótt, ið hevur gjørt tað møguligt at senda Pál við venjara sínum Jón Bjarnasyni og leiðara/fysioterapeuti Thurid Kjærbo til Moskva. Næsta kapping í World Cuppinum verður í Stockholm 10. og 11. november tá Pál aftur skal svimja 400 og 1500 frí svimjing.

Lesið meira á www.svimjing.com, www.susvim.com og www.ssf.fo

18 thoughts on “Pál Joensen World Cup vinnari og nýtt norðurlendskt met”

  1. Sí Portalin: “Forsetin í svimjisambandinum er ikki í iva um, at sigurin hjá Pál Joensen í dag er størsti sigurin fyri føroyskan ítrótt yvirhøvur.” … “Skalt tú sammeta við aðrar ítróttagreinar, so svarar hetta væl til at vinna eina Grand-Slam í tennis. Somikið stórt er hetta. Alt tað, sum kann krúpa og ganga innan svimjing tekur lut í World Cup-kappingunum, so hetta staðfestir støðuna hjá Pál sum ein av heimsins bestu.”

    1. Ikki éitt orð um hann-vit-kenna á dr.dk:

      “Tre danske guldmedaljer i Moskva…
      ….Endelig var der bronzemedalje til Mads Glæsner i 1500 meter fri.”

      – tey meina “klø” í staðinfyri “bronzemedalje” 🙂

      1. Mads Glæsner svømmede sig onsdag aften til en bronzemedalje på maratondistancen 1500 m fri i tiden 14.39,88. En rigtig god præstation af svømmeren fra Allerød/Sigma/NTC, der her er blot et sekund fra sin egen danske rekordtid på distancen.
        http://www.svoem.dk/t2w_491.asp?id=3594&tid=12%2D11%2D2009+00%3A29%3A04

        Danski parturin av http://www.simma.nu klárar enntá at hoppa Pál um 🙂
        Med flere podiepladser markerede de danske profiler sig endnu engang positivt til World Cup. I aftenens første finale blev Mads Glæsner nummer 3 i 1500 fri i tiden 14.39. Frederico Colbertaldo fra Italien vandt i 14.28.

          1. Eg havi akkurát hugt eftir 1500m frí frá í gjár (Takk KVF) og eg flenti hart, ordiliga hart, tá ið eg hoyrdi seinasti sekundini hahaha..

            “eg hopi at hann hyggar sær har afturi”

  2. Among men, top honours went to Nikita Lobintsev (RUS) in 3:38.40 over 400m and Pal Joensen of the Faroes, in 14:32.64 over 1,500m. Joensen is among those heading for the German-organised International “Battle-Training” Camp in Potsdam in January, alongside the likes of Paul Biedermann, world 200m and 400m free champion in Rome.
    http://www.swimnews.com/News/view/7295

  3. Danskir parturin av http://www.simma.nu skrivar:

    1.500 m fri
    1 Pal Joensen 14:32.64 (Færøerne)
    3 Mads Glæsner 14:44.43

    Pal er faktisk under Mads’ bestående danske rekord med over 6 sekunder, og så har vi faktisk for første gang en færøsk seniorrekord på kortbane, der er hurtigere end den tilsvarende danske!

    http://www.simma.web.surftown.se/Default.aspx?siteId=1&lang=dk

    Annars ein lekkur orðing hjá teimum: “3 (4) danske topplaseringer”. Akkurát nakað fyri Hestoy, og kanska hugskot til føroyskar politikarar eisini 😉

  4. Franconat.be skrivar:

    1500nl:
    Le jeune nageur des Iles Faroe, Pal Joensen, 19 ans, l’emporte en 14.32.64, améliorant son ancien record national de plus de 7″. Mais il termine encore à quelque 2″ du record d’épreuve (G.Hackett: 14.25.91 en 2000).

    http://blog.franconat.be/?p=3011

    Tað umsetist til okkurt a la
    ‘Ungi svimjarin úr Føroyum, Pál Joensen, 19 ár, vann við tíðini 14:32.64, og betraði sitt national met við meira enn 7 sekundum. Men tað er enn umleið 2 sekund frá stevnumetinum (G. Hackett: 14:25.91 2000)’

Ger viðmerking