Pál triðbestu tíð í innleiðandi 400 frí

Pál Joensen vísti aftur í morgun stórform, við kontrollerað at svimja innleiðandi 400 frí uppá 3:45.15, á World Cup stevnuni í Moskva. Hann svam við næstbestu tilmeldingartíð í sínum riðli, har Mads Glæsner hevði ta bestu, men legði seg longu eftir 100 metrum tríggjar tíggjundapartar framum danan. Glæsner royndi at svara aftur, til eina løtu at liggja umleið 1 tíggjundapart aftanfyri Pál, men dragnaði so aftur ímóti endanum, til at enda 1.81 sekund aftanfyri føroyingin. Jón Bjarnason SMS-ar úr Moskva: “400m føldist væl, kontrollerað svimjing við einum lítlum sindri av trykk á seinastu 100m, men væl undir maks.”

Úrslitið av innleiðandi 400 frí gjørdist sostatt:

  1. Nikita Lobintsev (RUS) 3:43.36
  2. Dominik Meichtry (SUI) 3:44.63
  3. Pál Joensen (FAR) 3:45.15
  4. Mikhail Polishchuk (RUS) 3:45.83
  5. Vitaly Romanovich (RUS) 3:46.38
  6. Mads Glæsner (DEN) 4:46.96
  7. Sergey Bolshakov (RUS) 3:47.88
  8. Clemens Rapp (GER) 3:48.19

Offisielli úrslitalistin hjá russum sæst her:
http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2009/moscow/C74A_ResSummary_12_Heats_Men_400_Free.pdf

SwimmingWorld Magazine skrivar her: “Russia’s Nikita Lobintsev gave the hosts another top seed with a 3:43.36, while Switzerland’s Dominik Meichtry qualified second in 3:44.63. Pal Joensen of the Faroes Island took third in 3:45.15. Russia’s Mikhail Polishchuk grabbed fourth in 3:45.83. Russia’s Vitaly Romanovich placed fifth in 3:46.38, while Denmark’s Mads Glaesner claimed sixth in 3:46.96. Russia’s Sergey Bolshakov touched seventh in 3:47.88, while Germany’s Clemens Rapp took eighth in 3:48.19.”

Finalan í 400 frí verður nú seinnapartin, umleið kl 15:00, føroyska tíð.

Til ber at síggja World Cup beinleiðis á www.svimjing.com/live, frá kl 14:00, føroyska tíð.

One thought on “Pál triðbestu tíð í innleiðandi 400 frí”

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.