So er startlistin klárur til World Cup í Moskva

So hava russarar endaliga leysgivið startlistan til World Cup í Moskva í morgin, sum tí kann síggjast her á omegatiming.com. Vit síggja at Pál Joensen hevur fimtbestu tíð í 400 frí, umframt eina sum í øllum førum røkkur til finalupláss í 1500 frí (við tað at hann ikki skal svimja spakuligari riðlar). Kappingin í 400 frí eru serliga Nikita Lobintsev úr Russlandi, Mads Glæsner úr Danmark, Mikhail Polishchuk úr Russlandi og Dominik Meichtry úr Sveits, umframt Vitaly Romanovich úr Russlandi. Innleiðandi 400 frí verður svomið eitt sindur seint í stevnupartinum í morgin árini, sum annars byrjar longu kl 07:00 føroyska tíð, og so finaluna eisini eitt sindur væl eftir kl 14:00 í morgin, tá ið finaluparturin byrjar. Finalan í 1500 frí er hinvegin fyrsta kapping leygardag seinnapart, kl 14:00 føroyska tíð (17:00 Moskva tíð).

2 thoughts on “So er startlistin klárur til World Cup í Moskva”

  1. Mads er ikki tilmeldaður í bestu tíð í 1500m, so Pál liggur sum nr.2 eftir seedings listanum. Bestu tilmeldingartíð hevur russin sum fekk silvur í Rijeka. Mads er so nr.3

Ger viðmerking