Hvat er tað við matinum í Flagstaff ?

Onkur minnist kanska søguna um tá ið Mads Glæsner fekk livrabruna á hæddarlegu í Flagstaff, Arizona. Well, nú fortelur Eamon Sullivan her í nýggjasta Morning Swim Show, at hann í síðstu viku akutt fekk tikið blindtarmin, á hæddarlegu í sama býi.



Hann hevði etið okkurt sterkt og føldi pínu, men hugsaði “stop being a girl”, til hann dagin eftir fór til lækna, og fekk at vita at blindtarmurin var við at spreingjast. Ikki tí, eg haldi ikki hann er nøkur “genta”, síðani hann tók bara tveir dagar frí eftir skurðviðgerðina, og nú ætlar sær at kappast á World Cup 🙂

Vistu tit forrestin, at svimjing er best dámdi ítróttur í Avstralia?

Ger viðmerking