Tíðindi frá SSF: Heimsklassaúrslit í Klaksvík

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Í vikuskiftinum skipaði Svimjifelagið Ægir fyri svimjistevnu í Klaksvík. Hetta var seinasti møguleiki hjá føroysku svimjarunum at kvalifisera seg til fylgjandi landsliðstiltøk:

  • World Cup í Berlin tann 14. – 15. november 2009
  • Landsdystur Føroyar-Ísland í Tórshavn tann 24. november 2009
  • Norðurlendsk JuniorMeistarastevna (“NJM”) í Bergen tann 5. – 6. desember 2009
  • Evropeisk Meistarastevna á Stuttgeil í Istanbul (“EMS”) tann 10. – 13. desember 2009
  • Landsliðslega í Íslandi og Reykjavík International tann 8. – 18. januar 2010

CIMG0695

Spenningur var stórur frá seniorum og niður til tey sum eru tvey ár yngri enn juniorar, um hvør ið kundi koma afturat til hesi tiltøk. Og úrslitið gjørdist tí eisini ein svimjistevna, har øll svumu avbera skjótt, upp í móti og ofta betur enn sínar bestu tíðir, hóast so stutt er síðani summarferiuna, og hóast at talan ikki er um at “Oyggjaleikaárið” er farið afturum.

Av úrslitum, ið vísti serstakan klassa kunnu nevnast hesi:

  • Pál Joensen úr Suroyar Svimjifelag framdi tvey avrik í heimsklassa, tá ið hann í 1500 frí svam 14:48.40, og í 400 svam 3:44.18. Tíðin í 1500 frí er nóg góð til at hann nú er nummar 1 á alheims styrkismetingarlistanum hjá SwimRankings (www.swimrankings.net) fyri svimjiárið 2010, og nummar 4 á listanum fyri bestu tíðir í 400 frí. Klárt bestu tíðir sum Pál hevur svomið í Føroyum, men tó ikki føroysk met.
  • Birita Debes úr Svimjifelagnum FLOT setti við tíðini 29.71 nýtt juniormet í 50 rygg, har hennara nú fyrrverandi juniormet frá gullheiðursmerkjatíðini á Oyggjaleikum á Álandi var 29.97.
  • Óli Mortensen úr Havnar svimjifelag svam við tíðini 17:46.23 í 1500 frí eina tíð, ið er so mikið góð, at um hann var dani, so hevði hann nú verið nummar eitt á styrkismetingarlistanum fyri árgang 1996 hjá teimum, tíðarskeiðið 2008-10-29 til nú, við meira enn einum minutti.
  • Alvi Hjelm er við tíðini 18:22.98 eisini væl frammanfyri bestu tíð hjá dønum árgang 1996, sum er 18:53.05. Sí http://www.svoem.dk/billeder/faelles/Ranglister/2009/09-96her25.htm
  • Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar svam 26.82 í 50 frí, 58.60 í 100 frí, 2:05.94 í 200 frí og 4:22.67 í 400 frí, har bestu tíðir á styrkislistunum hjá javngomlum dønum eru ávikavist 27.37, 59.23, 2:09.60 og 4:31.58.
  • Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag klárar á líknandi hátt 27.47 í 50 rygg, har skjótasti danin í hansara árgangi 1994 svimur 28.19.

CIMG0691

Svimjisambandið tók út hesar landsliðshópar, sunnukvøldið 1. november 2009:

World Cup í Berlin
Krav: Flest FINA stig í éinari kappingargrein, frá 1. september til 1. november, í sínum kyni, Mona Simonsen, var væl framman fyri hinar genturnar, meðan tað var ein harður kampur millum Kára J. á Høvdanum og Paula Ø. Mohr. Pauli endaði ovast við 686 stigum meðan Kári fekk 682 stig, sera spennandi kapping.

* Mona Simonsen, SuSvim (1991): 400 frí (4:24.46) – 731 FINA stig
* Pauli Ø. Mohr, FS (1991): 50 frí (23.65) – 686 FINA stig

Hartil er Pál longu úttikin at luttaka á World Cup í Moskva, Stockholm og Berlin, hetta er ein møguligt sum ein partur av studninginum til úrvalsítrótt.

Landsdystur Føroyar-Ísland
Krav: Hópurin úttikin í samráð við høvuðsvenjararnar í føroysku svimjifeløgum, til at hóska sum best til kappingarskránna

Raðfylgjan her er tilvildarlig:

  • Birita Debes, FLOT (1995)
  • Poula Ø. Mohr, FS (1995)
  • Mona Simonsen, SuSvim (1991)
  • Cecilia Eysturdal, Ægir (1996)
  • Shaila millum Garðarnar, SuSvim (1984)
  • Astrið Foldarskarð, FLOT (1994)
  • Tanja Skaalum, SuSvim (1997)
  • Turið S. Christiansen, Ægir (1996)
  • Kári á Høvdanum, Ægir (1990)
  • Pál Joensen, SuSvim (1990)
  • Jón Hofgaard, SuSvim (1992)
  • Pauli Ø. Mohr, FS (1991)
  • Bjarni M. Petersen, Ægir (1992)
  • Magnus Jákupsson, HS (1994)
  • Jóhann Heðinsson, FS (1995)
  • Andrass Thomsen, HS (1982)

CIMG0741

NJM í Bergen
Krav: Sí http://www.ssf.fo/kapping/kravtidir/kravtiir-til-ejm-hm-njm-og-em/ (kravtíðir til hvørja einstaku svimjigrein)

  • Poula Ø. Mohr, FS (1995): 50 frí (27.27), 100 frí (59.38), 50 rygg (30.83), 100 rygg (1:06.95), 200 blandað (2:33.99)
  • Birita Debes, FLOT (1995): 50 frí (27.36), 100 frí (1:02.31), 50 rygg (29.71), 100 rygg (1:05.34), 200 rygg (2:26.27)
  • Astrið Foldarskarð, FLOT (1994): 50 firvald (30.54)
  • Monika Biskopstø, Ægir (1994): 200 frí (2:13.66), 400 frí (4:38.72)
  • Bjarni M. Petersen, Ægir (1992): 50 frí (25.21)

Nevndu svimjigreinar og tíðir eru tær sum hesi hava klárað kravtíð í.

Helena Sævarsdóttir úr Suðuroyar Svimjifelag kláraði eisini kravtíð í 50 frí, við tíðini 27.85, men kann ikki luttaka við tað at tvær aðrar føroyskar hava kvalifiserað seg í somu grein við betri tíð

Jón Hofgaard úr Suðuroyar Svimjifelag kom eisini heilt nær, við tíðini 31.46 í 50 bringu, har kravtíðin var 31.43

EMS í Istanbul
Krav: Sí http://www.ssf.fo/kapping/kravtidir/kravtiir-til-ejm-hm-njm-og-em/ (kravtíðir til hvørja einstaku svimjigrein)

  • Mona Simonsen, SuSvim (1991): 400 frí (4:19.54), 800 frí (8:58.61)
  • Shaila millum Garðarnar, SuSvim (1984): 50 frí (26.49)
  • Pál Joensen, SuSvim (1990): 50 frí (23.19), 100 frí (50.04), 200 frí (1:46.61), 400 frí (3:42.57), 1500 frí (14:39.99), 200 bringa (2:16.06), 100 blandað (57.66), 200 blandað (2:04.41), 400 blandað (4:26.18)
  • Pauli Ø. Mohr, FS (1991): 50 frí (23.33)
  • Kári J. á Høvdanum, Ægir (1990): 100 rygg (55.66)

Nevndu svimjigreinar og tíðir eru tær sum hesi hava klárað kravtíð í.

CIMG0674

Landsliðslega í Íslandi og Reykjavík International
Krav: Flest FINA stig í éinari kappingargrein, frá 1. september til 1. november (6 svimjarar við aldur til EJM 2010 / NJM 2010, og 10 svimjarar við aldur til NUM 2010)

“EJM” er Evropeiska JuniorMeistarastevnan
“NUM” er Norðurlendska Ungdómsmeistarastevnan, sum eru svimjarar 1-2 ár yngri enn juniorar

Bruttohópur NJM 2010 / EJM 2010:

  • Birita Debes, FLOT (1995): 50 rygg (29.71) – 722 FINA stig
  • Poula Ø. Mohr, FS (1995): 50 frí (27.67) – 635 FINA stig
  • Jón Hofgaard, SuSvim (1992): 50 bringa (31.46) – 592 FINA stig
  • Helena Sævarsdóttir, SuSvim (1994): 50 frí (28.60) – 575 FINA stig
  • Bjarni M. Petersen, Ægir (1992): 50 frí (25.21) – 567 FINA stig
  • Monika Biskopstø, Ægir (1994): 400 frí (4:48.21) – 565 FINA stig

Bruttohópur NUM 2010:

  • Cecilia Eysturdal, Ægir (1996): 400 frí (4:39.27) – 621 FINA stig
  • Magnus Jákupsson, HS (1994): 200 rygg (2:09.56) – 604 FINA stig
  • Turið S. Christiansen, Ægir (1996): 200 blandað (2:33.55) – 571 FINA stig
  • Jóhanna Egholm, FS (1996): 50 frí (28.88) – 558 FINA stig
  • Sofus Bech, SuSvim (1994): 1500 frí (18:00.20) – 513 FINA stig
  • Tanja Skaalum, SuSvim (1997): 200 bringu (2:48.36) – 561 FINA stig
  • Jonna B. Thomsen, FS (1996): 400 frí (4:49.90) – 555 FINA stig
  • Heðin L. Olsen, Ægir (1994): 50 frí (25.62) – 540 FINA stig
  • Jóhann Heðinsson, FS (1995): 50 firvald (27.99) – 519 FINA stig
  • Guðrun Mortensen, SuSvim (1997): 50 frí (29.89) – 504 FINA stig

3 thoughts on “Tíðindi frá SSF: Heimsklassaúrslit í Klaksvík”

  1. Um tú hyggur at listanum yvir 400m frí, so sæst at ein feilur er í 400m frí. Hasin sum toppar listan við 3:39 hevur fingi sína 300m split tíð við sum 400m tíð haha.

Ger viðmerking