Pál 14:48.40 í 1500 frí í dag

Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag stóð fyri størsta bragdinum á úttøkustevnuni í Klaksvík í dag, tá ið hann svam 1500 frí uppá 14 minuttir 48 sekund og 40 hundraðpartar, ið er skjótasti 1500 metur svomin í Føroyum nakrantíð, og sambært SwimRankings skjótasti 1500 metur í svimjiárinum 2010, tvs. síðani 1. august 2009. Føroyska metið hjá Pál er 14:39.99, svomið á EM í Kroatia í desember í fjør.

Bjarni M. Petersen úr Ægir kláraði kravtíð til Norðurlendsku JuniorMeistarstevnuna í Bergen í desember, og minst 4 svimjarar afturat kláraðu kravtíð til NJM og NUM landsliðsleguna í Íslandi í januar 2010: Eyðbjørn Joensen og Guðrun Mortensen úr SuSvim, Óli Mortensen úr HS, og Heðin L. Olsen úr Ægir.

Støðið hevur yvirhøvur verið høgt á úttøkustevnuni í dag, og spennandi skal tí verða at síggja í morgin, hvør ið vinnur sær pláss til World Cup í Berlin, til landsdystin millum Føroyar og Ísland tann 24. november, til NJM og EM í desember, og til landsliðsleguna og Reykjavík International í Íslandi í januar 2010.

5 thoughts on “Pál 14:48.40 í 1500 frí í dag”

Ger viðmerking