Havsvimjikappingin Selatrað – Hósvík

Tíðindaskriv

Evald í essinum

Í dag, leygardagin 31. oktober 2009, skipaðu Føroya Triathlon Felag og Hósvíkar Róðrarfelag fyri Havsvimjikappingini Selatrað – Hósvík.

Luttakararnir blivu fyrst sigldir frá Hósvík til Selatrað, og skuldu so løtu seinni svimja teinin, ið Sundafergan á sinni silgdi, frá Selatrað til Hósvíkar. Teinurin er umleið 2 kilometur langur, og tók tað skjótasta svimjaranum smáar 45 minuttir at svimja teinin.

Sera stutt var millum vinnaran og nummar tvey, og fylgdust Evald Rasmussen og Gunnar Dahl-Olsen stóran part av teininum. Mitt á fjørðinum mistu teir hvønn annan í aldunum, og tí visti ongin av hvør øðrum fyrr enn komið var á mál.

Evald Rasmussen er garvaður havsvimjari, og er hann kanska tann svimjarin, ið oftast hevur vunnið havsvimjikappingina frá Tórshavn til Nólsoy, ið verður fyriskipað í samband við Ovastevnuna.

Rói í Dali, ið vann Nólsoyarsvimjingina í ár, svam gott, men kom ov langt norður, og tí mátti hann hesa ferð taka til takkar við einum fjórðaplássi. Hann kom á mál góðar tíggju minuttir eftir vinnaran.

Triðjur á mál gjørdist Kári Simonsen. Kári var sera væl nøgdur við avrikið og ikki sørt glaður um bronsuna.

Ælanin er at henda, eins og aðrar, skulu verða afturvendandi havsvimjikappingar, og ætla fyriskipararnir at skipa fyri umleið fýra kappingum á hvørjum ári. Og onki er til hindurs fyri at svimja um hestið, eftirsum hitan í sjónum er sera heitur hesa ársins tíð.

Úrslit frá havsvimjingini, menn:

  1. Evald Rasmussen 44 minuttir 50 sekund
  2. Gunnar Dahl-Olsen 45:28
  3. Kári Simonsen 52:47
  4. Rói í Dali 55:44
  5. Erlendur Simonsen 56:09
  6. Eyðun Húsgarð 59:08
  7. Jákup Enni 1 tíma 18 sekund
  8. Erling Eidesgaard 1:03:23
  9. Hans Egholm 1:05:29

Úrslit frá havsvimjingini, kvinnur:

  1. Sunnva Joensen 1 tíma 15 minuttir 30 sekund

Úrslit frá havsvimjingini, menn við fitjum:

  1. Eirikur Hofgaard 1 tíma 2 minuttir 27 sekund

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.