Pál Joensen til Potsdam Battle Camp?

Breaking news á www.swimnews.com: “The likes of Prilukov, Lobinski, Biedermann, Lurz and Maurer are already committed to the January camp, along with South Africans Chat Ho and Riaan Schoeman and Pál Joensen from the Faroe Islands”.

Craig Lord skrivar her á SwimNews.com, at áhugin hevur víst seg at vera sera stórur til “Potsdam Battle Camp” tann 4. til 17. januar í 2010, har harðastu hálsarnir úr Týskalandi, Russlandi og Suðurafrika sum kunnugt ætla at venja saman. Hann nevndi herfyri at “Denmark, land of Mads Glaesner, may also take part“. Og nú skrivar hann at avstralski høvuðsvenjarin Alan Thompson eisini hevur víst áhuga, umframt at kanadiarar hava spurgt seg fyri.

Annars velduga áhugaverdar ætlanir, sum Dirk Lange & co hava viðvíkjandi hesa venjingarlegu. Tað verður tosað um harðar seriur á 10×800 metrar, og 80 til 100 km um vikuna, umframt eina møguliga kapping um at finna tann ið kann svimja skjótastu 10×400 seriu, við peningavirðisløn ella líknandi lokkandi til vinnararnar.

Lange tosar eisini um venjingarumfør á 3 dagar, har ein venjari hevur ábyrgd fyri hvørt umfar. So at skilja, at til dømis fyrrverandi 1500 metra meistarin Jörg Hoffmann hevur ábyrgd fyri venjingina í 3 dagar, fyri síðani at verða avloystur av venjarum úr Russlandi, Suðurafrika og kanska Avstralia.

Eg (Rókur) kann fyri Svimjisambandið upplýsa, at ein fyrispurningur er sendur til Týskalands vegna Pál, men at eg ikki enn veit um nakra endaliga avtalu. Hetta er fyrst og fremst upp til Pál Joensen sjálvan, og venjara hansara Jón Bjarnason, men eg ivist ikki í at Svimjisambandið stuðlar eini sovorðnari ætlan. Og hetta er nokk tí mest ein spurningur um at tíðindini yvirhála aktuella veruleikan, at SwimNews nú sigur at Pál ætlar sær til Týskalands 🙂

(Myndin er tilvildarlig, frá tá ið Grant Hackett á sinni “lendi á búkinum“. Hackett verður nevndur í greinini hjá Craig Lord, sum ein sum kundi lopið í hylin í Potsdam at leggja lag á, vælsagtans tí at hann í sínari tíð var kendur fyri at vera ein avbera harður hálsur. Eg (Rókur) valdi hesa mynd til søguna, av tí at eg fyristilli mær at man sær sirka soleiðis út, eftir 10×800 metrar upp á tíð)

4 thoughts on “Pál Joensen til Potsdam Battle Camp?”

  1. Tíðindaskriv sent út beint nú:

    Breaking News: Pál Joensen til Battle Camp í Potsdam

    Kanadiska heimasíðan SwimNews.com skrivar nú, at Pál Joensen er millum teir úrmælingar innan svimjing, sum eftir ætlan skulu venja saman á “Battle Camp” í Potsdam, frá 4. til 17. januar 2010

    “The likes of Prilukov, Lobinski, Biedermann, Lurz and Maurer are already committed to the January camp, along with South Africans Chat Ho and Riaan Schoeman and Pál Joensen from the Faroe Islands.”

    Kelda: http://www.swimnews.com/news/view/7289

    Svimjisamband Føroya kann vátta, at samband er við Dirk Lange høvuðsvenjara hjá týska svimjisambandinum, um at fáa Pál við á venjingarleguna. Endalig avtala er ikki gjørd enn, men umtalan á SwimNews man merkja, at Pál er væl á veg inn í hópin.

    Nevndu nøvn eru fýra heimsmeistarar (Yury Prilukov, Paul Biedermann, Thomas Lurz og Angela Maurer), umframt mest sanníkt Nikita Lobintsev ið vann silvur í 4×200 frí á OL í Beijing, og tveir suðurafrikanskir langteinarar í menning).

    Les meira her á svimjing.com:
    http://www.svimjing.com/2009/10/29/story/pal-joensen-til-potsdam-battle-camp

    ——-

    Heilsan
    Jon Hestoy
    Svimjisamband Føroya

  2. Pál hevur longu roynt 10×800, so kanska Lange kann yvirtalast til at royna 10x1500m 😉
    Eg minnist ikki hvussu hann sá út eftir teir 10x800m, men tað var ikki nakað heilt vilt.
    11Km uppá tíð er jú roynt, so avbjóðingin her verður heilt sikkurt ikki 100Km uppá eina viku, men meira tað at svimja teir 100km skjótari enn Biederman & Co. ;o)

    Hoffmann er kendur fyri 40x400m seriur, so eg trúgvi at 10×400 skjótasta gjøgnumsnit verður ein avbjóðin sum kemur at seta síni spor… uha tað verður spennandi 😉

Ger viðmerking