Luttakaralistin til World Cup í Stockholm er klárur

Sviar hava nú lagt út luttakaralistan til World Cup í Stockholm tann 10. til 11. november, ið frá byrjan til enda er fylltur við heimsstjørnunøvnum. Lotte Friist er fremst í 800 frí, Amaury Leveaux í 100 frí, Coralie Balmy í 200 frí, Cameron van der Burgh í 50 bringu, “Lethal” Leisel Jones í 100 bringu, og so framvegis. Pál Joensen luttekur sum kunnugt eisini í Stockholm, við styrkismeting sum nr 9 í 400 frí, og sum nr 2 í 1500 frí. Áðrenn hetta skal Pál luttaka á World Cup í Moskva, men tann luttakaralistin er torførari at finna.

One thought on “Luttakaralistin til World Cup í Stockholm er klárur”

  1. Snakka um høgt støði … Amaury Leveaux er styrkismettur sum nr 1, Stefan Nystrand sum nr 2, Michael Phelps sum nr 4, Brent Hayden sum nr 5, Filippo Magnini sum nr 8, Frederick Bousquet sum nr 9, Lyndon Ferns sum nr 12, Eamon Sullivan sum nr 16, Paul Biedermann sum nr 18, Liam Tancock sum nr 28 og Roland Schoeman sum nr 38. Hetta eru alt menn sum eiga ella hava átt heimsmet í onkrari grein (um enn ikki allir í 100 frí)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.