Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Nú leygardag 31. oktober og sunnudag 1. november verður stór svimjistevna í Klaksvík, har avgerðin fellur um hvør sum sleppur við til fylgjandi altjóða landsliðsuppgávur:
Krøvini eru ymisk frá stevnu til stevnu, og hóparnir verða tí ikki teir somu, sum fara til øll hesi tiltøk.
Til World Cup í Berlin sendir Svimjisambandið teir báðar svimjarar av hvørjum sínum kyni afturat Pál Joensen, ið frá 1. september til 1. november klára "high score" millum føroyingar í FINA stigum; tað vil siga koma tættast at núverandi heimsstøði. Til NJM og EMS eru ásettar kravtíðir í hvørjari einstaku svimjigrein, sum svimjararnir skulu klára, umframt at svimjarar til NJM sjálvsagt skulu hava junioraldur. Til landsdystin verður eitt lið samansett av 8 gentum og 8 dreingjum, ið tilsamans verða hildin at hava besta kjans at kappast sum lið ímóti íslendingum. Og til Reykjavík International verða 6 juniorar og 10 svimjarar yngri enn juniorar tiknir út, sum í tíðarskeiðinum 1. september til 1. november hava klárað flestu FINA stig yvir 500 í éinari kappingargrein.
Sum er hava 5 svimjarar klárað kravtíð til EMS í Istanbul, og 6 til NJM í Bergen:
Hesir svimjarar eru tó ikki allir vísir í at sleppa avstað, við tað at onkur hevur klárað kravtíð í grein har tveir aðrir svimjarar hava betri tíð, og við tað at kappingin í Klaksvík enn er eftir. Í førinum við landsdystinum er hartil neyðugt at finna rætta hóp í mun til tær kappingar sum skulu svimjast ímóti íslendingum, og ætlanin er tí at taka høvuðsvenjararnir í føroysku svimjifeløgunum upp á ráð, á fundi leygarkvøldið í Klaksvík. Sunnukvøldið hevur starvsnevndin hjá Svimjisambandi Føroya so aftur fund í Klaksvík, at taka endaliga avgerð um hvør sum sleppur í landsliðshóparnar.
Tíðarætlan fyri úttøkustevnuna í Klaksvík:
Sí annars innbjóðing frá Ægir
Nýggjar viðmerkingar
20 tímar 23 min síðani
5 dagar 13 tímar síðani
5 dagar 13 tímar síðani
5 dagar 13 tímar síðani
5 dagar 18 tímar síðani
5 dagar 19 tímar síðani
5 dagar 20 tímar síðani
5 dagar 20 tímar síðani
5 dagar 21 tímar síðani
6 dagar 1 min síðani