Kandidatar til NUM og NJM Reykjavík 2010

Her er ein listi yvir tey sum liggja best fyri til at verða úttikin til landsliðslegu og Reykjavík International svimjistevnu í Íslandi í januar 2010. Kravið er at vera millum 6 tey bestu við aldur til EJM / NJM 2010, ella 10 tey bestu við aldur til NUM 2010, ið klára yvir 500 stig í éinari svimjigrein, frá 1. september til 1. november 2009:

EJM/NJM-hópurin

  • Birita Debes, FLOT (1995): 50 rygg, 30.46 – 670 FINA stig
  • Poula Ø. Mohr, FS (1995): 50 frí, 27.67 – 635 FINA stig
  • Jón Hofgaard, SuSvim (1992): 50 bringa, 32.25 – 549 FINA stig
  • Monika Biskopstø, Ægir (1994): 100 frí, 1:04.17 – 538 FINA stig
  • Astrið Foldarskarð, FLOT (1994): 50 frí, 29.63 – 517 FINA stig
  • Høgni Miné, HS (1992): 200 frí, 2:07.67 – 512 FINA stig


NUM-hópurin

  • Cecilia Eysturdal, Ægir (1996): 400 frí, 4:46.40 – 576 FINA stig
  • Jóhanna Eghom, FS (1996): 50 frí, 28.88 – 558 FINA stig
  • Magnus Jákupsson, HS (1994): 100 rygg, 1:01.84 – 527 FINA stig
  • Turið S. Christiansen, Ægir (1996): 100 frí, 1:04.88 – 521 FINA stig
  • Jóhann Heðinsson, FS (1995): 50 firvald, 27.99 – 519 FINA stig
  • Tanja Skaalum, SuSvim (1997): 200 bringu, 2:53.01 – 517 FINA stig
  • Jonna B. Thomsen, FS (1996): 400 frí, 4:57.17 – 515 FINA stig

6 thoughts on “Kandidatar til NUM og NJM Reykjavík 2010”

    1. Birita og Poula toppa í 50m frí hjá gentum til NJM. Kravtíðin har má so vera tíðin hjá Poulu nú Birita svam 1/10 part sek. skjótari ella?
      3 gentur sleppa so ikki at svimja somu kapping.

      1. 3 gentur sleppa so ikki at svimja somu kapping

        Ikki á EJM, NJM og NUM, nei, men til Reykjavíkar International er væl einki max tal á luttakarum, ha?

        Tak meg ikki í tí, men eg trúgvi stadigvekk at hatta har hjá mær eru kandidatar til at fara til Íslands. Ein ‘bruttohópur’ – tí um kravið er at tey skulu vera millum tey sum hava kvalifiserað seg til EJM, NUM ella NJM 2010, so rúka jú fleiri, annaðhvørt tí at tey eru nr 3 í viðkomandi grein, ella tí at tey enn ikki hava klárað kravtíðirnar til hesar stevnur.

        Um Reykjavík International bara loyvir okkum 2 luttakarar í somu kapping, ‘så er det en anden snak’. Hugburðurin í starvsnevndini er yvirhøvur nú, at vit taka ikki svimjarar út í grein, sum tey ikki sleppa at svimja.

        Men eg má líka spyrja meg fyri.

        1. Nei nei, har er einki krav til RIG um at bert 2 svimjarir sleppa til hvørja kapping. Har er tó ein kravtíð, men hon hevur ikki nógv uppá seg. Eg hongdi meg bara í NUM/EJM. Hví nevna tað um hetta bert er RIG?
          Men ok, eg havi bara fingi nakað heilt annað burtur úr. Eg las tað, sum um at hetta var ein venjingarlega til teir svimjarar sum ein vildi senda til EJM/NUM í 2010 og har sleppa bert 2 svimjarar til hvørja kapping, um tey altso klára kravtíðirnar sjálvandi.

          1. Um peningur er til tað, so send ALT sum hevur ambitiónir til RIG 😉
            Ein fín kapping sum okur læra nógv av.

Ger viðmerking