Rikke Møller Pedersen evropeiskt met á DMK

Tað er ikki so ofta at vit nevna donsk svimjiúrslit her á svimjing.com, uttan so at tað hevur okkurt við føroyingar at gera. Men Rikke Møller Pedersen úr Odense kláraði altso við tíðini 1:04.59 á heimabana í Odense at seta evropeiskt met í 100 bringu, nú í kvøld á donsku meistarstevnuni á stuttgeil. Russiska Valentina Artemyeva átti metið á 1:04.71, frá World Cup í Moskva í fjør. Heimsmetið hjá amerikansku (dopingdømdu) Jessica Hardy er 1:04.22, so vit tosa veruliga um seriøst góða tíð hjá donsku Rikke, her 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.