Kravtíð til NUM og NJM Reykjavík 2010

Kunning frá Svimjisambandi Føroya

Starvsnevndin hevur avgjørt at úttøkukrøvini til venjingarlegu og RIG í Reykjavík 2010 verða fylgjandi:

Sent verður eitt lið uppá 16 svimjarar og teir verða tiknir út eftir úttøkukappingina í Klaksvík 31. oktober og 1. november.

  • 10 NUM svimjarar, ið hava nátt hægst stigatal omanfyri 500 FINA-stig í tíðarskeiðnum 1. september til og við 1. november 2009.
  • 6 NJM svimjarar (NJM 2010), ið hava nátt hægst stigatal omanfyri 500 FINA-stig í tíðarskeiðnum 1. september til og við 1. november 2009.


Farið verður úr Føroyum 8. januar 2010 og liðið verður aftur í Føroyum 18. januar.

Kravtíðin til luttøku á NUM í Noregi juli 2010 verður almannakunngjørd seinni í ár.

—-

http://www.ssf.fo/kapping/kravtidir/kravti%C3%B0-til-num-og-njm-rekjavik-2010/

Heilsan
Jon Hestoy

7 thoughts on “Kravtíð til NUM og NJM Reykjavík 2010”

    1. Ja, hatta varð viðgjørt á starvsnevndarfundinum, at kravtíðirnar til juniorar allarhelst burdu verið harðari. Og eg má viðganga at eg nokk var ein av teimum sum helt at vit máttu ikki hava ov hørð krøv til hesi.

      Vónandi fær tað ongan týdning, við tað at einir 6 juniorar fáa 600 stig ella meira, og harvið fylla upp plássini.

      1. Í skrivandi stund eru fleiri føroyskar 12 ára gamlar gentur sum klára silvurnál. Og onkur 13 ára gamal drongur tað sama, eins og fleiri 14-15 ára gamlir. Eg venji dagliga fleiri av teimun, og eg meini so absolut ikki at 600 FINA stig er nakað krav sum eigur at køva ambitiónirnar hjá 15-16 ára gomlum gentum, ella 17-18 ára gomlum dreingum. Eg vil so persónliga krevja NÓGV meira, og læra tann einstaka at krevja enn meira um tey nú hava landsliðsambitiónir. Tað er bara at koyra á motorin um tykur vilja hava at tey skulu útvikla seg. Eitt krav er automatiskt eitt mál.

        1. Eg eri fullvísur í at hetta verður tikið upp aftur so, nú tú nevnir tað. Ikki at tað fer at broyta kravtíðirnar til Reykjavík í januar 2010… men juniorarnir kunnu tað sama vænta harðari krøv seinni 🙂

  1. Har eru ‘tíðindi í tíðindunum’, at ein venjingarlega er tengd afturat luttøkuna á Reykjavík International, hesuferð. Ferðaliðið fer avstað longu 8. desember, at venja á langgeil, hóast kappingin fyrst byrjar tann 15. januar.

    Nú eri eg sum kunnugt limur í starvsnevndini, og tí hopuleysa inhabilur til at døma um arbeiðið sum verður gjørt har. Men sum venjari má eg tó so siga, at hetta er avgjørt ungdómsarbeiði sum vit leingi hava longst eftir 🙂

    1. Tja, tú ger tað so til nakað heilt stórt her 😉

      Ferðaliðið fer avstað longu 8. desember, at venja á langgeil, hóast kappingin fyrst byrjar tann 15. januar.

      Nú skal eg ikki vera hann sum vil dempa tykon, men hatta er ein plan sum vil nakað meira enn tað vanliga 😉

      1. Ja ókey, rætta svarið er nokk 8. januar… hitt hevði verið í so optimistiskt, giti eg, with Christmas and all 😀

Leave a Reply to TresholdCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.