“Live” frá donsku meistarastevnuni

Sum tit kunnu lesa í tíðindunum her á svimjing.com, so luttaka Hildur á Fløtti og Dagmar M. Winther í dag og tríggjar dagar fram á donsku meistarstevnuni í Odense, har Hildur til dømis skal svimja 50 frí nú kl 09:57 føroyska tíð, og Dagmar 400 frí kl 10:58. Her niðanfyri er nýggjasta ‘live stream‘ úr høllini, hjá venjara teirra René Thomsen, ið vit eisini kenna sum fyrrverandi HS venjara og landsliðsvenjara hjá SSF (fyri ikki at snakka um sum svakan banzai-venjara hjá SuSvim á FM 2009).


8 thoughts on ““Live” frá donsku meistarastevnuni”

  1. ‘Live’ síðan hjá okkum her, http://www.svimjing.com/live, vísir nú ‘live stream’ hjá René, og ‘live timing’ hjá danska svimjisambandinum. Har ber til at chatta eisini, so at René kann síggja nýggjastu viðmerkingar á fartelefon sínari í DK, næstu ferð hann streamar, ella ‘live’ í meðan hann streamar.

  2. Tað fortelur René í hasari nýggjastu videoini. Hon svam fyrstu 25 metrarnar uppá 13.7 sekund, og frekvensurin var 64 og 59 í teimum báðum 25 metrunum. Hennara tilmeldingartíð var 27.97.

  3. Viðmerking frá René á Kyte

    Dagmars Lazer Racer flækkede hele vejen i ryggen, da hun sprang fra skamlen, så det blev et rigtig skidt løb – 4.50 er i hvert fald meget langt fra hvad hun har vist til træning.

  4. Danski svimjarin við føroyskum foreldrum vann silvur í donsku juniorkappingini, við hesari tíðini sum er 3,81 sekund skjótari enn føroyska (senior)metið.
    http://www.livetiming.se/results.php?cid=373&session=1&round=J&event=2

    Og nakað seinni svimur hann so 2:02.91 í 200 blandað, sum er 1,5 sekund skjótari enn føroyska seniormetið á tí teininum. Í báðum førum meldar hann frá finalunum um kvøldið.
    http://www.livetiming.se/results.php?cid=373&session=1&round=J&event=10

Ger viðmerking