Týskarar og russarar skipa fyri ‘Battle Training’ í Potsdam

SwimNews veit at siga um eina komandi venjingarlegu í Potsdam í Týskalandi, frá 7. til 21. januar 2010, har teir bestu langteinararnir úr Týskalandi, Russlandi og Suðurafrika skulu møtast, at venja ‘minst 100 km um vikuna’ undir leiðslu av Dirk Lange høvuðsvenjara hjá Týskalandi og Andrei Vorontsov høvuðsvenjara hjá Russlandi, umframt við øðrum góðum fólkum sum til dømis týska 1500 metra meistaranum frá 1991, Jörg Hoffmann, á kantinum. Luttakarar verða til dømis Paul Biedermann úr Týskalandi, umframt Yuri Prilukov og Nikita Lobintsev úr Russlandi. “Denmark, land of Mads Glaesner, may also take part”. Lange sigur, at hóast hesi lond kanska væl kunnu skapa hvør sínar eina ella tvær langteinastjørnur, so er trupult at skapa eitt nóg gott venjingarumhvørvi runt hesi, til at kunna kappast við USA. Og tí vilja tey savna hesi fáu úr hvørjum landi, til í felag at venja fram ímóti at vinna á Phelps & co.

Ger viðmerking