Landsdystur USA móti Evropa í desember 2009

Fríggjadag og leygardag 18. til 19. desember verður forkunnugur landsdystur millum USA og Evropa í Manchester, har bestu svimjarar úr USA og Bretlandi, Týskalandi og Italiu møtast til holmgongu. Eftir ætlan skuldi Evropa umboðast av Bretlandi, Fraklandi og Russlandi, men fraklendingar hava meldað avboð vegna sponsor-trupulleikar, og russarar hava sjálvir onkra týðandi stevnu kallað “Salnikov Cup” í Skt. Pætursborg um somu tíð, har týski Biedermann forrestin eisini skal luttaka. Hann møtir tí ikki í Manchester.

Upprunaliga skuldi hendan stevna verða sambært nýggju reglunum um svimjidraktir; tað vil siga at einans tekstil-draktir uttan lynlás kundu brúkast, hjá kvinnum niður á knæ og hjá monnum bara sum stuttibuksur. Men tá ið Frakland og Russland vórðu skift út við Týskaland og Italia, bóðu italiumenn um at sleppa at brúka draktir frá sínum sponsori Jaked, sum til nú einans hevur framleitt ‘superdraktir’, og altso onga enn sum kann brúkast í 2010.

Sponsor-trupulleikin hjá Fraklandi var, at teirra høvuðssponsor EDF er kappingarneyti við høvuðssponsorin hjá Bretlandi, British Gas. Ein “Coke versus Pepsi” trupulleiki, sum viðførir at hesi bæði liðini ikki kunnu stilla upp saman.

Hin vegin, so møtir USA við sínum bestu: Michael Phelps, Ryan Lochte, Aaron Piersol, Ariana Kukors, Rebecca Soni osfr.

Stevnan verður sambært www.reachforthewall.com sjónvarpað og víst á NBC í USA, so har skuldi verið møguleiki fyri at sæð stevnuna eisini í Føroyum.

Les reachforthewall.com

One thought on “Landsdystur USA móti Evropa í desember 2009”

Ger viðmerking