World Cup byrjar í morgin

Fyrsti partur av FINA Swimming World Cup 2009 verður í Durban í Suðurafrika í morgin og ovurmorgin 16. til 17. oktober, har nakrar av heimsins bestu svimjarum fara at kappast um peningavirðislønur á tilsamans í minsta lagi 102.000 US dollarar, umframt 360.000 US dollarar í samlaðari premiupulju til tey sum vinna mest, næstmest og triðmest av øllum fimm World Cup stevnunum tilsamans, og 10.000 US dollarar til tey sum klára at seta heimsmet.

FINA hevur hesa síðu serliga til stevnuna í Durban, við leinki til ‘live’ úrslit á omegatiming.com, og ‘live streaming’ á universalsports.com. Startlistarnir eru klárir her á omegatiming.com, har vit síggja at teir m.a. eru bara tríggir í 1500 frí, og tríggjar í 800 frí, og at tað yvirhøvur eru mest suðurafrikarnarar, hálendingar og Jessica Hardy sum gera seg galdandi, umframt nakrir einstakir afturat úr serliga Avstraliu, Brasiliu, Týskalandi, USA og Svøríki.

5 thoughts on “World Cup byrjar í morgin”

  1. Hasir fáu svimjararnir í 400, 800 og 1500 vóru teir sum ikki høvdu kvalifiserað seg til finaluna.

    Men’s 400 IM slower seed
    Yes, that’s right. Slower seed. In a one-man race, South Africa’s Marco La Grange clocked a 4:50.85 as the only person swimming outside of the top eight seeds in timed finals of the distance medley.
    http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/22357.asp?q=FINA%20World%20Cup,%20Durban:%20Day%20One%20Prelims%20Underway

    Phew, annars hevði tað gott nokk verið pínligt hjá suðurafrikanum, um so fáir svimjarar vóru.

    1. Haldi nú tey róta eitt sindur í tí á omegatiming.com. Um nøkur longu eru kvalifiserað til finaluna, hvar er tá startlistin til finalu? Og hví kann mann longu klikkja á “Total Ranking” undir “Finalur” og síggja at t.d. éin svam í 400 blandað hjá monnum?

      omegafløkja

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.