NJM og NUM venjingarlega í Klaksvík, 15. – 17. oktober 2009

Svimjisamband Føroya skipar í kvøld, í morgin og í ovurmorgin fyri venjingarlegu í Klaksvík, fyri einum bruttohópi av NJM og NUM svimjarum. Tað vil siga fyri svimjarum sum hava aldur til næstkomandi norðurlendsku juniormeistarastevnu, og til norðurlendsku unglingameistarstevnuna, sum eru svimjarar 1-2 ár yngri enn juniorar. Venjari fyri NJM bruttohópinum er Petur Heðin á Fløtti, meðan Sonni Eliasen tekur sær av NUM bruttohópinum.

NJM bruttohópurin

  • Birita Debes (1995), FLOT
  • Astrið Foldarskarð (1994), FLOT
  • Tróndur Olsen (1992), FLOT
  • Poula Ø. Mohr (1995), FS
  • Jónfríð Hansen (1994), FS
  • Høgni Miné (1992), HS
  • Kristina Eliasen (1993), HS
  • Ólavur S. Petersen (1992), HS
  • Ragnhild P. Østergaard (1994), HS
  • Helena Sævarsdóttir (1994), Susvim
  • Jón Hofgaard (1992), SuSvim
  • Monika Biskopstø (1994), Ægir
  • Bjarni M. Petersen (1992), Ægir

NUM bruttohópurin

  • Jóhanna Egholm (1996), FS
  • Jóhann Heðinsson (1995), FS
  • Jonna B. Thomsen (1996), FS
  • Óluva Jacobsen (1997), FS
  • Magnus Jákupsson (1994), HS
  • Óli Mortensen (1996), HS
  • Eyðbjørn Joensen (1996), SuSvim
  • Sofus Bech (1994), SuSvim
  • Tanja Skaalum (1997), SuSvim
  • Guðrun Mortensen (1997), SuSvim
  • Alvi Hjelm (1996), Ægir
  • Cecilia Eysturdal (1996), Ægir
  • Turið S. Christiansen (1996), Ægir

Svimjararnir fara at venja eina ferð í kvøld, tvær ferðir í morgin og so aftur leygarmorgun frá kl 7 til 9. Úttøkan av hesum svimjarum er partvís grundað á hvør sum er á ‘Haljand-liðnum’, hvør sum kláraði hægstu stigatøl á HS stevnuni herfyri, og hvørji av NJM-arunum sum vóru í landsliðshópinum í vár.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.