FINA 2010 listi yvir góðkendar svimjidraktir

FINA hevur í dag kunngjørt hendan listan yvir “FINA 2010 List of Approved Swimsuits”, sum væl merkir at hetta er tað sum tey meta at vera ‘tekstil’, og tí draktir sum kunnu brúkast í 2010. Jaked draktirnar eru púra burtur, og eisini handan Arena X-Glide draktin frá Rom í summar. Í staðin skulu svimjarar svimja í til dømis TYR Tracer Light, Arena Powerskin ella X-Flat, Diana Submarine ella Nike Hydra… ella Speedo LZR Racer (!). Les meira til dømis her á reachforthewall.com.

4 thoughts on “FINA 2010 listi yvir góðkendar svimjidraktir”

  1. Altso um hetta veruliga er listin, so hava føroysku kvinnurnar jú so gott sum ongar trupulleikar við at liva upp til úrslitini frá Oyggjaleikum á Álandi aftur í 2010. Ókey, draktirnar ganga nú bara til knæ, heldur enn niður til øklar, men annars er hetta jú draktin sum tær flestu av teimum brúktu á Álandi.

    Eitt sindur verri hjá dreingjum, við tað at teir nú bara sleppa at brúka stuttibuksu-útgávuna.

    Eg trúgvi persónliga ikki at hendan søgan er heilt liðug enn, um tað veruliga er so at Speedo LZR sleppur at verða verandi, meðan hinar superdraktirnar skulu burtur. Speedo LZR er jú tann upprunaliga superdraktin, og argumentini skulu tí vera góð, til at loyva henni men ikki hinar.

    Soe… so leingi sum Craig Lord ikki er fliippaður út, so havi eg hug at halda at eg má hava misskilt okkurt, ið merkir at tað allíkavæl ikki verður nøkur superdrakt í 2010 🙂

  2. OK, SwimmingWorld Magazine hevur nú eitt tíðindaskriv frá Speedo, sum fortelur at talan er um eitt nýtt og serliga gott slag av Speedo LZR drakt, sum livir upp til nýggju reglurnar.

    SPEEDO, the world’s leading swimwear brand, has announced that its new generation of performance swimwear inspired by the Speedo LZR Racer suit has been approved by FINA. The range is fully compliant with the new FINA rules that come into effect from January 2010.

    The Speedo LZR Racer Elite suit and Speedo LZR Racer Pro suit will be phased-in to the markets from November 2009 and Spring 2010, respectively.

    This is Speedo’s most comprehensive and technically advanced range of performance swimwear to date and caters for every level of competitive swimming.

    Er tað bara eg, ella virkar tað eitt sindur suspekt at posta sovorðið úr Lausanne, har høvuðssætið hjá FINA er, sama dag sum FINA sendir sín lista út? Tað er sum um at onkur hevur bíðað eftir onkrum, men ikki øðrum.

Ger viðmerking