Eindhoven Swim Cup vendir aftur til heimsmet frá 31. desember 2007

Fyriskipararnir av Eindhoven Swim Cup lova nú 10.000 evrur í virðisløn til ein og hvønn, sum á stevnuni nú 27. til 29. november klárar at svimja skjótari enn tær tíðir, ið vóru heimsmet tann 31. desember 2007. Eindhoven Swim Cup loyvir sum kunnugt ikki ‘superdraktum’ í ár, og tað er vælsagtans tí tey venda aftur til eina tíð, tá ið allar draktir enn vóru úr ‘tekstil’. Craig Lord hevur her á SwimNews.com listað upp heimsmetini per 31. desember 2007, og heimasíðan hjá stevnuni kann finnast á www.swimcup.nl

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.