Hvussu nógv eiga børn at ganga til?

Áhugaverd grein her á abcnews.go.com, um avbjóðingini hjá foreldrum at finna røttu nøgd av frítíðarvirksemi til børnini. Størsti trupulleiki er eftir øllum at døma, at tað eru foreldur heldur enn børn sum verða stressað og ‘hyper’, av at koyra aftur og fram millum tiltøk, og at børn hjá sovorðnum foreldrum ikki trívast. Men boðskapurin viðvíkjandi børnum er tíbetur meira jaligur, at man ikki nýtist at órógvast, fyrr enn tey byrja at brokka seg um at skula avstað. Og at børn trívast nógv betur við nógvum virksemi, enn við ongum.

2 thoughts on “Hvussu nógv eiga børn at ganga til?”

    1. So hevur man hartil fingið kroyst eitt lítið ítriv inn afturat 🙂

      Etiopiski Haile Gebrselassie rann sum smádrongur 10 km í skúla hvønn morgun, og so skjótt heim aftur seinnapart, at arbeiða í markini. Báðar vegir tuskandi, tí at hann annars fekk smekk, men tó glaður um at sleppa at ganga í skúla.

      Sum vaksin vann hann OL gull á 10.000 metra teininum í 1996 og 2000, og varð heimsmeistari á 10.000 metrum í 1993, 1995, 1997 og 1999. Hann hevur sett 26 heimsmet, á teinum frá 3000 metrar til marathon, har tað seinasta er tað núverandi 2:03.59 á marathon-teininum, frá Berlin Marathon í 2008. Hann hevur astma, og valdi tí ikki at fara til OL í Beijing, vegna dálkaðu luftina har.

      “One of the greatest distance runners in history”.

      Og tann dag í dag rennur hann við vinstra armi boygdan, sum um at hann enn ber uppá skúlabøkurnar 🙂

Ger viðmerking