Kom og royndarven hjá FS

Tíðindaskriv frá FS:

Karina PetersenØll tey ið hava hug at royndarvenja í einum svimjifelag hava nú møguleikan. Hetta tilboð bjóðar FS, mikudagin 14 oktobur kl 17 til kl 19… Frá kl. 17 til kl. 18 kunnu tey møta ið ganga í 5 flokki og yngri enn tað, og frá kl. 18 til kl 19 kunnu tey ið ganga í 6 flokki og eldri møta… Venjari og vegleiðari verður ein av høvuðs venjarnum hjá Fuglafjarðar Svimjifelag, Karina Petersen….. Tú hevur kanska ongantíð roynt hvussu gott og stuttligt tað er at vera ein aktivur svimjari…Tað er bara at møta, og tú fert avstað aftur… eina uppliving ríkari.

Av tí at rørsluár er, og Ítróttarsamband Føroya og Fólkaheilsuráðið hava skipa sera nógv áhugavert í hesum árinum og ganga á odda fyri at heystfrítíðin kann verða merkt av rørslu, valdu vit at skipa hetta tiltak júst í heystfrítíðini. Tiltakið verður í svimjihøllini í Fuglafirði.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.