Innbjóðing til Reka stevnu 24. oktober 2009

“Leirvíkar svimjifelag Reki bjóðar øllum svimjarum í bólk 2 og 3 til svimjistevnu í Leirvík tann 24. Oktober 2009. Vit hava avgjørt at býta bólk 3 hjá dreingjum í tvey, so at 1999 og yngri svimja í einum bólki, ið vit kalla 4. Kappast verður á 16 og 33 og 66 metrar teininum. Kappingin er opin, men úrslitini verða bólkabýtt.”

Les meira í viðfestu innbjóðing. Tilmeldingarfílan kemur ein av fyrstu døgunum, heilsa tey úr Leirvík.

11 thoughts on “Innbjóðing til Reka stevnu 24. oktober 2009”

  1. Hvussu gevur tað nakra meining at gera ein bólk 4 bara hjá dreingjum? Genturnar eru so einar 4-5 ymiskir árgangir í bólkí 3, og um eg minnist rætt, so eru nógv fleiri gentur enn dreingir í hasum aldrunum.
    Ikki tí, eg haldi tað er fínt at tykur gera ein bólk 4, men bert til dreingir?
    Meiningin við at broyta uppá aldurin í bólkunum var akkurát tí at genturnar eru eitt sindur frammanfyri, og at tað var eitt sindur løgi at hava kappingar í yngsti bólkunum har bert 1 drongur var og 15 gentur. Nú vilja tykur ikki sleppa hesum við at gera enn ein bólk til dreingirnir. Ok fínt nokk, men hvat við gentunum?
    Hvørji eru argumentini fyri at gera soleiðis? Hví svimja gentur 6-7 ár ímóti gentum 10 ár, um so er at dreingir 10 ár ikki kunnu svimja ímóti dreingum 11 ár? Er tað bert eg, sum síggi tað sum eitt sindur løgi?

    Bólkur 4 er sera vælkomin, men hví ikki hjá gentum?

    1. Rætta orðaljóðið hjá SSF, viðvíkjandi “bólk 4”, er:

      “Bólkur 4 er bert fyri svimjarar ið ikki hava luttikið í hægri bólki áður. Til ber bert at “rykkja upp”, ikki niður.”

      Hetta er viðtikið á kalendarafundi, sum ein roynd hetta svimjiárið, til at menna teir yngru dreingirnar.

      Bólkur 4 á Reka stevnuni átti tí í prinsippinum ikki at verið svimjarar yngri enn bólkur 3, men heldur “allir dreingir sum ikki enn hoyra til ein bólk”. Eg síggi ein møguleika hjá masterssvimjarum her, til at gerast einaráðandi í bólki 4 🙂

  2. Hetta er ikki fyrstu ferð vit síggja ein bólk 4 hjá dreingjum. Fs stevnan 2009 var eisini bólka hjá dreingjum, har var eisini ein bólkur 4. Reka stevnan í fjør, var eisini ein bólkur 4 hjá dreingjun tá.
    Um vit hyggja eftur úrslitalistanum frá Fs stevnuni so vóru bara eini 4-5 gentur í vóru í árg 2001 allar hinar vóru árg 1999 og 2000 sum er bólkur 3. So nýtist okkum ein bólk 4 hjá gentun.
    Rókur vil tað siga at bólkur 4 hjá dreingjun er gjørdi til teir dreingir sum ikki aður hava roynt seg í kappingun fyrr. t.v.s at dreingir, sum eru í bólki 3 ikki hava loyvi at fara í ein bólk 4. Ella hvussu.

    1. Reglan tykiskt greið, at nei… um ein svimjari einaferð hevur svomið í bólki 3, so kann hann ikki eftirfylgjandi svimja í bólki 4 (‘nýbyrjarar’). Allarhelst er ætlanin bara at hyggja at luttøku í hesum svimjiári og frameftir, við tað at hendan regla um bólkin fyrst kemur nú.

      Men hetta kann gerast nakað løgið nakað, at ‘gamlir’ svimjarar vinna í bólki 4, tí teir ikki tíma at rykkja upp, meðan aðrir eru noyddir til at svimja í bólki 3, hóast teir ikki hava aldur til bólkin enn, tí teir einaferð stillaðu upp í kapping sum ikki hevði ein bólk 4, og sum tí taldi hesar við í bólk 3.

      Eg spái at vit fara at síggja svimjarar bíða eitt ár við at rykkja upp í bólk 3, til teir hava aldur til eldra árgangin.

      1. Handan reglan er beinleiðis tápulig, og tað kann bert takað ov langa tíð at fáa hana broytta ella koyrda vekk.
        Antin er ein bólkur 4 har ÁRGANGUR avgerð um ein er í bólkinum ella eið, ella ongan bólk 4. Og um ein vil hava bólk 4, so for hundan til gentur OG dreingir. At opna eina hur til spekulatión er ikki vegurin fram.

        Eg stemmi fyri at ein bólkur 4 er til gentur og dreingir.

  3. Ja ein undarligur regul. Men er tað ikki upp til hvørt einstak felag, um men velur at gera ein bólk 4. ella hvussu.
    Púra einig við Treshold, Eg stemmi fyri at ein bólkur 4 er til gentur og dreingir.
    Vit síggja eisini at nógvir dreingir eru vekk nú síðani nýggja bólkskifti kom í gildið.

    1. Bólkur 4 er ásettur í svimjikalendaranum 2009-2010, saman við hasari treytini um at “Bólkur 4 er bert fyri svimjarar ið ikki hava luttikið í hægri bólki áður. Til ber bert at “rykkja upp”, ikki niður.”

      Sí t.d. http://www.svimjing.com/2009/07/18/story/svimjikalendarin-2009-2010

      So vítt eg dugi at síggja, so er bólkur 4 ásettur at skula kunna luttaka í øllum kappingum í 16 metra hyli, umframt í nøkrum kappingum eisini í 25 metra hyli. Dugi ikki at svara fyri um hann er við í MU eisini… men gev gætur, at har einki stendur um at bólkurin er bara fyri dreingir.

      Feløgini eiga so vítt sum yvirhøvur gjørligt at halda seg til tað sum verður samtykt á kalendarafundinum, veit eg at siga frá starvsnevndarfundi í SSF herfyri. Tað ber væl til at skipa fyri onkrum eyka afturat, um man hevur hug til tess; men kalendarin er at kalla eitt yvirlit yvir minstamarkið fyri hvat sum skal henda, hvar og nær.

  4. Ehm hatta er áleið tað býttasta eg havi hoyrt í langa tíð. Helt annars at tað nettup var meingin við tí nýggja bólkabýtinum, at tað ikki skuldi verða ov nógvir bólkar.

    Byrjaði tað ikki við at verða bara tveir bólkar? Altso Senior, Junior, bólkur 1 og bólkur 2? Hví broyta tað aftur til tað gomlu skipanina, tá høvdu vit bólk 1,2,3,4,5 og eldri, minnist aftur á allan ruðuleikan við hasum bólkabýtinum, tað var næstan so at hvør einstakur svimjari fekk fleiri heiðursmerkir við sær heim, er tað har vit skulu aftur til???

    Noy fá handan bólk 4 vekk og ja eisini bólk 3!

    Vh
    Søren

    1. Fyrsta føroyska meistarakapping fyri ‘masters’ verður eftir ætlan í Klaksvík einaferð í mars 2010.

      skalt tú síggja bólkar 🙂

      (Vit fara nokk øll at koma heim við medalju… so skunda tær at finna svimjibuksurnar fram 🙂

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.