Egg orsøk til at 150 danskir kappsvimjarar gjørdust sjúkir

Ella sagt við ekstrablaðs-orðum: “Æg skyld i svømmeres tyndskid“. Dansk-svenska eggjavirkið Danæg kallar nú aftur 700.000 búregg, svarandi til ein hálvan dag av framleiðslu, eftir at mistanki nú er um salmonella í eggunum. Eggini eru merkt við “3DK019358”, og mistankin kom nú eftir at so nógvir danskir svimjarar gjørdust sjúkir í senn, á jysk-fynsku regións-meistarastevnuni í Århus herfyri. Eggini kunnu etast um tey eru kókað, men trupulleikin í Århus var eftir øllum at døma, at oksakjøtsfrikadellur vórðu smittaðar við salmonella frá eggunum.

Ger viðmerking