Lítil føroysk luttøka á DMK í ár

Startlistin er nú klárur til “Danske Mesterskaber på Kortbane”, sum avdúkar eina ógvuliga avmarkaða føroyska luttøku, í mun til undanfarin ár. Eg havi funnið Hildur á Fløtti á listanum, sum fyri Ægir fer at svimja 50 og 100 frí, umframt 50 firvald, og eisini Dagmar M. Winther, sum fyri HS fer at svimja 100, 200 og 400 frí. Men SuSvim luttekur ikki, fyri fyrstu ferð í nøkur ár, og heldur ikki hvørki Pál Joensen fyri Aalborg Svømmeklub, ella Elspa Mørkøre fyri WestSwim. Danska meistarastevnan á stuttgeil 2009 verður í Odense frá 22. til 25. oktober. Les swimnews.dk

Ger viðmerking