Landsdysturin Føroyar-Ísland verður tann 28. november

Til kunningar, so skuldi tað altso verið púra vist nú, at landsdysturin Føroyar-Ísland verður í svimjihøllini í Gundadali tann 28. november 2009, frá kl 16 til 18, og at íslendarar senda sítt besta lið. Svimjisambandið skal taka út 8 svimjarar av hvørjum kyni, at kappast í útvaldum greinum ímóti líka so nógvum íslendingum; og talt verður so leypandi upp, hvør sum vinnur mest. Eftir ætlan við sjónvarping og øllum, og vónandi við eini rúgvu av ágrýtnum áskoðarum í høllini.

3 thoughts on “Landsdysturin Føroyar-Ísland verður tann 28. november”

  1. “Eftir ætlan við sjónvarping”
    Hví er tað ikki púra vist?
    Tykur vita gott hví okur ikki eru við til DKM, tað var tí at hendan kappingin skuldi liggja nú. Og ikki 28. novembur.
    Og hví 28. novembur?

    1. Hatta var mín persónliga orðing, út í frá tí sum eg havi frætt (um enn tað vist nokk er púra vist). Og hitt… ja tað er kanska sovorðið sum er orsøk til, at eg ikki komi við garantium her, um ting sum eg ikki einsamallur eri harri yvir. Fólk kunnu gerast sjúk, og antennur kunnu detta niður 🙂

      1. Hvat skal til fyri at tú einsamallur kann ‘make it happen’? 😉
        Ja so sum veðrið var upp til hetta vikuskifti, so detta sikkurt nógvar antennur niður fram til 28. nov.

        Vita tykur annars hvussu okur finna teir svimjarir sum umboða Føroyar til hesa kapping?
        Kanska avgjørt til kapping í Klax nú mánaðarskiftið okt-nov?

Ger viðmerking