Bowman um andingina í crawl

Her er ein knasandi góð instruktións-video við Bob Bowman, venjaranum hjá Michael Phelps, um hvussu ein eigur at anda í crawl. Við tí ógvuliga greiða boðskapinum, at bara éitt brilluglas eigur at koma upp úr vatninum í andingini, og at svimjarin eigur at anda regluliga á báðum síðum. Og so við eini lítlari viðmerking at enda, um at tú ert meira streymlinjaður á síðuni enn tá ið tú liggur flatt í vatninum, og at tú tí eigur at svimja sum mest á síðuni.

One thought on “Bowman um andingina í crawl”

  1. Um tykur hyggja eftir Phelps tá ið hann svimur crawl, so er hann næstan allir undir vatninum tá ið hann tekur sítt vinstra armtak (har álbogin er best), fyri síðan at flyta allan kropping langt upp so ryggurin er turrur við sínum høgra armi (har álbogin er knapt so høgur = lift?). Hetta vilja sera nógvir biomekanikarir meina er heilt hol í høvdið… soooooe tað er altso ikki bara ein máti at svimja uppá. Um tykur ungu vilja síggja hvussu 200m frí skal svimjast, so er vert at hugsa um Poul ‘í Jákupsstovu’ Biedermann so at øll ikki halda at Phelps, sum ‘bert’ er heimsins næst skjótasti 200m svimjari, hevur uppskriftina uppá perfekt crawl.

    PS. Teknikkur er eitt, uttan seriøsa venjing, er teknikkurin sum ein Ferrari við einum Skoda motori.

Ger viðmerking