Framleiðarar á veg við ‘super-tekstilum’

Craig Lord á SwimNews hevur frætt um at framleiðarin Yamamoto er í ferð við at menna eitt nýtt slag av tekstilum til svimjidraktir, sum fer at rigga kanska enn betur enn núverandi ‘superdraktir’. Hann mælir tí til at avmarka klæðini enn meira, til ikki at dekka lørini, og heldur áfram við opnum brævi frá Forbes Carlisle, sum ynskir tað sama. Trupulleikin er at tað altíð vil vera torført at meta um, hvussu vítt ein drakt hjálpir ella ikki, og teir báðir mæla tí til at minka kappingardraktina til tað sum vit allíkavæl eru von við at síggja í venjing. Les SwimNews.com

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.