Garrett Weber-Gale kokkast

Ítróttarstjørnur finna sær ofta starv sum venjari, ráðgevi ella ítróttarviðmerkjari, tá ið tey eru liðug sum aktiv. Men kósin er tó greið hjá svimjara nr 2 í tiltiknu 4×100 frí stafettini hjá USA frá OL í Beijing, at Garrett Weber-Gale vil verða kokkur, tá ið hann gevst einaferð um eini 5 ár. Ordiliga fínur kokkur, sum til dømis varð verandi í Italia allan august, til at læra frá italskum meistarakokkum, og sum nú í oktober mánaða fer at hava sítt egna kokka-show á WDJT-TV í USA. Niðanfyri standandi video er funnin á hansara kokka-heimasíðu athleticfoodie.com, har tú eisini finnur uppskriftir og annað gott hjá honum. Les jsonline.com


2 thoughts on “Garrett Weber-Gale kokkast”

Ger viðmerking